TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt eyka langt "Fótbóltspanel", ið var sent beinleiðis í sendingini SportBoxin á FM1 seinnapartin.
Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum, og Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur hjá Kringvarpi Føroya mannaðu fótbóltspanelið. Sent var frá klokkan 15.10 til klokkan 16.55.
Vertur var Tróndur Arge. Saman við Jákupi og Leivi viðgjørdi Tróndur útføriliga tey 10 liðini sum manna Betrideildina hjá monnum hetta kappingarárið. Eisini tippaðu Jákup og Leivur endastøðurnar í Betrideildini.
Jákup Ósá og Leivur Frederiksen eru samdir um, at HB verður nummar eitt, Skála nummar seks, EB/Streymur nummar sjey og TB endar aftast.
Hinar seks endastøðurnar eru Jákup og Leivur ikki samdir um.
Hoyr eisini Jákup Ósá og Leiv Frederiksen meta um fyrsta umfarið í Betrideildini. Allir dystirnir verða spældir sunnudagin klokkan 15:
KÍ-HB (Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1)
Víkingur-ÍF
TB-AB
B36-Skála
NSÍ-EB/Streymur
(Stórur ítróttardagur verður á FM1 sunnudagin. Sjúrður Hoydal sigur frá Neistin-Kyndil, kvinnur klokkan 14 og Neistin-Kyndil, menn klokkan 16. Tróndur Arge sigur frá KÍ-HB klokkan 15. Óli G. Samuelsen sigur frá Fleyr-KÍF klokkan 18. "Triði Hálvleikur" verður aftaná mansdystin millum Neistan og Kyndil, og millum settini í flogbóltsdystinum)