Árliga FK-kappingin varð um vikuskiftið avgreidd, og var hetta 9. árið, at kappingin varð spæld. Hetta er ein kapping, sum flogbóltsfelagið Fleyr og Føroya Keypssamtøka í samstarvi skipa fyri, og hon verður sum oftast væl vitjað.
Í ár vóru tað serliga SÍ og TB, sum fóru avstað við sigrunum. Hesi bæði feløgini vunnu tríggjar deildir í part, meðan Fleyr og KÍF vunnu hvør sína.
Í kappingini hjá mansunglingum vann SÍ. Liðið hjá sørvingum er so at siga tað sama, sum spælir í meistaradeildini hjá monnum. Har gongst ikki so væl í hond, men tað er greitt, at SÍ hevur eina góða framtíð, um hesir ungu menninir halda fram við flogbóltinum. SÍ vann finaluna 2-1 móti Fleyr. Tað er merkisvert, at liðið hjá Fleyr í kappingini hjá mansunglingum var júst tað sama sum liðið, ið vann kappingina hjá dreingir 16 ár. So vit kunnu eisini staðfesta, at Fleyr skuldi havt eina góða framtíð í mansflogbóltinum.
Í gentudeildini setti TB sín dám á. Tvøroyri vann tríggjar av teimum fýra deildunum, og hjá kvinnuunglingunum vóru tær suverenar. TB er ikki so kent í føroyska flogbóltsumhvørvinum sum eitt nú Fleyr og Mjølnir, men seinastu árini hevur serliga gentuflogbólturin havt góðar dagar á Tvøroyri. Hjá kvinnuunglingum stóð eingin seg móti teimum, og TB vann eisini gentur 16 ár og gentur 12 ár. KÍF vann gentur 14 ár.