Skipavask
Alt byrjaði millum jól og nýggjárs í 1999, tá ið Eysturoyar Reingering fekk til uppgávu at vaska umborð á nøkrum ísfiskatrolarunum hjá einum reiðaríi. Síðan fylgdu onnur reiðaríir eftir og bóðu um skipavask. Eisini Skála Skipasmiðja heitti á felagið um at vaska umborð á skipum, sum lógu til umvælingar á Skála.
Talið av skipum, sum reingeringsfelagið í Eysturoy hevur vaskað hesi árini, er nú farið væl og virðiliga yvir 100.
- Virksemið byrjaði í smáum, men hevur við tíðini vundið uppá seg. Higartil
hava vit vaskað umborð á fleiri enn 100 skipum og bátum, sigur Petur Gaardlykke, sum hevur Eysturoyar Reingering.
Í seinastuni er felagið eisini biðið um at vaska ymiskar bygningar, eitt nú nýggja apotekið í Runavík.
Fasti "staburin" av konufólki, sum vaskar fyri Eysturoyar Reingering, liggur um
4-5.
Gott sum er
- Fiskimenn halda óivað, at tað er nóg gott sum er. Tað er bara fjant og fjas at vaska apeteringina so væl og gera so nógv burtur úr umborð. Men tá ið skipini eru vaskað, eru menn fegnir, og vit hava fingið nógvar positivar reaktiónir. Sjálvandi trívast fiskimenn betur umborð á einum reinum skipi enn einum skitnum skipi, sigur Petur.
Tað hevur eisini víst seg, at Eysturoyar Reingering hevur fingið fleiri og fleiri skip at vaska og tey flestu, sum fyrst eru vaskað einaferð, venda aftur.
- Enn eru tó nøkur skip her um leiðir, sum vit ongantíð hava vaskað, sigur
Petur og vónar, at eisini hesi reiðaríir og manningar við tíðini fara at síggja fyrimunirnar við, at skipini eru rein og nosslig.
Eysturoyar Reingering leggur seg eftir at nøkta tørvin í Eysturoynni og veita eina so góða tænastu sum gjørligt.
- Men koma fyrispurningar úr øðrum økjum, taka vit okkum eisini av teimum,
sigur Petur.
Vanliga vaska eini 4-5 konufólk umborð á einum ísfiskatrolara ella línubáti.
- Í fyrsta lagi vaska vit alla apeteringina væl og virðiliga. Vit vaska og reinsa
koyggjuforhang, mottir, leyparar og teppir. Er eingin nytta í hesum, tí tað er gamalt, slitið og skitið, verður tað gamla skift út við nýtt. Hesum taka vit okkum eisini av.
Petur sigur, at gallan verður vaskað øll, sum hon er.
- Vit vaska alt upp, skrubba grýtur og reinsa komfýrin bæði væl og virðiliga.
Kømur og koyggjur fáa eisini sín umgang, og vit reinsa kuplar og lampur og endavenda øllum, sum er skitið. Vit vaska eisini proviantrúm og koyra útgingna vøru burtur.
Eysturoyar Reingering leggur stóran dent á at gera arbeiði væl og virðiliga.
Vanligt er ikki at vaska maskinrúmini umborð á skipunum, men er tað eitt ynski, gera tey tað eisini.
- Vit hava vaskað nøkur maskinrúm, t.d. eftir motorumvælingar, og tá eru tey
ikki at kenna aftur.
Tvær reingeringar
Best hevði verið, sigur Petur, um tvær høvuðsreingerðir vóru um árið, tí tá hevði verið minni at farið um hvørja ferð. Men tað vísir seg altíð, at tað verður longri ímillum enn so.
Hann heldur annars, at skip skulu vaskast bæði uppi og niðri í minsta lagi einaferð um árið.
- Sum oftast vita fiskimenninir frammanundan, at vit koma umborð at vaska, tá ið skipið kemur í havn. Tí plaga teir at rudda nakað sjálvir og seta órudd, t.d. gomul klæði, fløskur og bløð, til okkum at beina burtur.
Petur Gaardlykke sigur, at tveir dagar er passalig tíð hjá 4-5 fólkum at høvuðsreingera ein ísfiskatrolara ella eitt línuskip, tí ein partur av tíðini fer til at rudda tað, ið eftir er, áðrenn vaskingin kann byrja.
- Broytingin gongur rætta vegin, og vaskiarbeiði umborð á skipum og bátum er vorðið nógv vanligari nú enn áður. Nú kemur fyri, at reiðaríir eisini biðja um vasking, meðan skipini landa; tað gjørdu tey ikki í fyrstuni.
Men enn eru sløk tíðarskeið hjá Eysturoyar Reingering, har einki er at gera.
- Tað er mín dreymur, at tænastan, sum vit veita, verður so mikið eftirspurd og umtókt, at eisini tey sløku tíðarskeiðini fækkast sum frá líður.
Hann væntar tó ikki, at vaskiarbeiði umborð á skipum og bátum nakrantíð verður samanhangandi alt árið, men vónar, at reiðaríir fara at biðja um vasking við jøvnum millumbilum.
Petur væntar annars, at nógv verður at gera um jóla-og nýggjárshøgtíðina, sum stundar til.
- Millum jól og nýggjárs í fjør vaskaðu vit umborð á sjey skipum, og tá høvdu
vit 27 konufólk í arbeiði. Umframt tær 4-5, sum vaska fast, vóru fleiri skúlanæmingar, sum vildu tjena sær nakrar krónur, sigur Petur Gaardlykke.