Sær betri út hjá Skansi Offshore

2017 var eitt øgiliga trupult ár. Marknaðurin var vánaligur og er tað enn, men kanska eru nú onkur tekin sum týða upp á, at nú er tað ringasta farið aftur um, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, og nevnir hækkandi oljuprísir og færri bíleggingar um nýggj skip í vinnuni.

 

Hann dylir ikki fyri, at tað hevur verið ein tung tíð hjá felagnum.

- Sum støðan er í hesum marknaðinum, so hevur tað verið neyðugt, at allir partar hava luttikið í at finna eina loysn fyri felagið. Tað haldi eg hevur lukkast væl, sigur stjórin.

 

Tað eru bara føroyingar við skipunum hjá Skansi Offshore. 130 fólk starvast í fyritøkuni, 120 umborð á skipunum.

- Vit hava ótrúliga dugnalig fólk í Føroyum, og vit eiga at kunna reka slíka sjóvinnu úr Føroyum, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jens Meinhard Rasmussen.

 

Ársúrslitið hjá samtakinum áðrenn minnilutapartar gjørdist eitt yvirskot á 68 milliónir krónur.

 

Úrslitið er ávirkað av niður- og avskrivingum av skipsvirðum á 211 milliónir krónur og fíggjarligum inntøkum á 252 milliónir krónur.

 

Eginpeningur við árslok í 2017 var 53 milliónir krónur. Fíggjarstøðan hjá samtakinum javnvigaði við 807 milliónum krónum.

 

2017 gekk nakað betri enn væntað. Orsøkin er, at samstundis sum rakstrarkostnaðurin er lækkaður, hilnaðist summarið betri enn vænta við góðum dagratum hjá skipunum, sum vóru á spottmarknaðinum.

 

Eisini tryggjaði Skansi ein týdningarmiklan 5 ára sáttmála við Statoil fyri “Sjoborg”. Sáttmálaskeiðið byrjaði í oktober 2017.

 

Í samband við sáttmálan skal “Sjoborg” hava sett í eina serliga battarí skipan á 1500 kW. Skipanin kemur at minka um útlátini frá skipinum, og minka um oljunýtsluna.

 

Øll 5 skipini hjá felagnum hava verið í vinnu. Arbeiðið hevur verið í Írlandi, vestan fyri Hetland, Danmark og Norra.