Sær gott út hjá Neistanum

Neistin tykist hava annað beinið í steypafinaluni undan seinnu hálvfinaluni móti Søljuni á Hálsi í kvøld.

Tann fyrra hálvfinalan millum liðini bæði var leikt á Giljanesi fyri júst tveimum vikum síðani, og tað var ein heldur løgin dystur. Í tí dystinum sá tað nevnliga leingi út til, at Søljan fór at vinna ein tryggan sigur, tí tær vóru eitt skifti á odda við sjey málum. Men Neistakvinnurnar fótaðu sær, og tær megnaðu at vinna við sjey málum, tá ið alt kom til stykkis.

Ræður um at steðga Nicoletu
Tað er eingin loyna, at hjá Søljuni stendur og fellur tað mesta við Nicoletu Radu Hansen, ið hvørt einasta vikuskifti er toppskjútti hjá vágakvinnum. Um mótstøðuliðini megna at steðga henni í einum dysti, so er nógv vunnið, tí tá er lítið um Søljuna.
Onkur vil kanska verða við, at tað sama er galdandi við Neistanum og Simonu Petersen, men tað kann ikki heilt samanberast, tí breiddin á neistaliðnum er væl betur enn hjá Søljuni. Havnarliðið hevur fleiri aðrar javnt góðar leikarar, ið kunnu fáa álopsspælið at koyra, uttan at Simona er ein partur av tí.
Júst breiddin kann tykjast verða munurin á hesum báðum liðunum. Hjá Søljuni eru tað umframt Nicoletu leikarar sum Lina Andriulyte og Heidi Maria Akselsen, ið draga tað tunga lessið saman við Kristinu í málinum.
Hinvegin hevur Neistin eitt sindur fleiri leikarar, ið kunnu avrika nakað einsamallar. Her verður hugsað um eitt nú Simonu Petersen, Ásu á Neystabø, Marjun Tróndarson, Annika Thomsen, Lív Sørensen og aðrar við.
At Neistin eisini megnaði at venda einum hóttandi stórtapi til ein greiðan sigur, er óivað við til at geva teimum bláu úr Havn eitt sindur eyka sjálvsálit undan dystinum á Hálsi í kvøld.
Óansæð um tað verður Neistin ella Søljan, sum vinnur sær sess í finaluni, so noyðist viðkomandi lið at finna seg í at verða "the underdogs", tá ið finalan verður leikt, tí vinnandi liðið av hinari hálvfinaluni millum Stjørnuna og VB verður stórfavorittur.