Alt bendir á, at tað fer at eydnast kvinnunum hjá Mjølnir at endurvinna føroyameistaraheitið og harvið vinna greipuna í kvinnuflogbólti í ár. Við sigrinum á Drátti á Giljanesi seinasta vikuskifti tók Mjølnir eitt risafet móti FM-heitinum, og á pappírinum síggja teir tríggir írestandi dystirnir ógvuliga lættir út hjá Mjølnir.
Heima móti lægstu liðunum
Mjølnir hevur sum áðurnevnt tríggjar dystir eftir á skránni í ár. Teir eru móti trimum teimum niðastu liðunum í deildini, og allir tríggir eru teir í Klaksvík, so ikki kann sigast annað, enn at tað á pappírinum neyvan kundi verið lættari.
Tann fyrsti av hesum trimum dystum verður í dag, tá ið KÍF kemur á vitjan. Kollfjarðakvinnur hava havt eitt misjavnt ár í ár, og tað er einki, sum bendir á, at tær kunnu gera nakað sum helst við Mjølnir í Klaksvík.
Meiri spennandi tykist tað verða á Giljanesi, har Dráttur fær vitjan av TB. Hesi bæði lið eru nærmastu kappingarneytarnir hjá Mjølnir, og tað verður óivað millum hesi bæði lið, at silvurið og bronsan verða býtt. Tað hevur ligið væl fyri hjá Drátti í seinastuni, men spurningurin er, um ósigurin fyri Mjølnir farna vikuskifti hevur tikið eitt sindur av mótinum frá teimum aftur. Tá ið Dráttur og TB herfyri hittust í Trongisvági, vann Dráttur ein spennandi og javnan dyst.
TB hevur verið eitt sindur óstøðugt í seinastuni, og fleiri ferðir hava tær verið noyddar til at spæla fimm sett móti teimum lægstu liðunum, áðrenn tær hava fingið stigini til høldar.Seinasti dysturin í meistaradeildini hjá kvinnum um vikuskiftið verður í Sørvági sunnudagin, har botnliðið SÍ fær vitjan av ÍF. Fuglfjarðakvinnur tykjast verða tað sterkasta liðið í niðara enda av stigatalvuni,
og tær eru favorittar á vinna á avgjørda botnliðnum SÍ.