Tað sær svart út hjá næstbesta liðnum hjá EB/Streymi. Liðið var undan dagsins umfari á aftasta plássi við 10 stigum, meðan mótstøðuliðið, B68, var á 9. plássi við 11 stigum.
Botnuppgerðin á Svangaskarði endaði við 6-1 sigri til heimaliðið, sum var frammanfyri 2-0 eftir fyrra umfarið.
Eyðun Jacobsen og Badara skoraðu tvey mál fyri B68. Hini málini skoraðu unglingaspælarin André Olsen og spælandi venjarin Súni Fríði Barbá.
Einsamalla málið hjá EB/Streymi skoraði Einar Dam.
Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur framvegis hevur 10 stig, meðan B68 hevur 14 stig.