Eftir mánaðir av stríðið um Glasir, hevur ruðuleikin av byggjarínum nú fingið tað avleiðing, at stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, í dag er koyrdur til hús av Heðini Mortensen, landsstýrismanni í samferðslumálum.
Hetta hendir samstundis við nógv alment orðaskifti um, hvat landsstýrisfólk eigur ábyrgdina fyri ruðuleikan á Glasi og um hetta eigur at fáa politiskar avleiðingar fyri tað landsstýrisfólki.
- Tað er nærliggjandi at halda, at ábyrgdin í fyrsta umfarið verður løgd á stjóran á Landsverki. Tað er tað fyrsta, sum liggur fyri og kanska er tað eisini rætt. Men enn manglar heilt klárt, at plasera politiska ábyrgd, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari og journalistur.
Málið er tí eftir hansara tykki ikki endaliga avgreitt enn, og vit kunnu vænta at hoyra meira til ruðuleikan á Glasi.
- Vit hava neyvan hoyrt tað síðsta til Glasir. Hetta sær út sum ein roynd hjá samgonguni at sleppa undan at plasera politiska ábyrgd, sigur Árni Gregersen.
In.fo hevur í dag roynt at fingið viðmerking frá Heðini Mortensen, landsstýrismanni, og frá frákoyrda Ewaldi Kjølbro, men tað hevur ikki eydnast enn.