Fyrsta exit poll er kunngjørt á valinum í Týskland og sum roknað var við, so sær út til at samgongan millum CDU, flokkin hjá Merkel, og CSU fær 32,5%, ið er áleið tað, ið roknað var við. Tí er sannlíkt, at Merkel fer at halda fram sum kanslari í Týsklandi, um hon finnur flokkin at samstarva við.
Hetta skrivar BBC í dag.
Tað kann tó verða torførari enn væntað, tí týski javnaðarflokkurin SDP, ið var í samgongu við CDU, sær út einans at fáa 20%. Martin Schulz, leiðari floksins, sigur, at flokkurin rindar prísin fyri at hava verið í samgongu við Merkel og tað ætlar hann ikki at halda fram við.
Nýggja stjørnuskotið í týskum politikki, er flokkurin uttast á høgra veingin, AfD. Teir standa at fáa 13,5%. Liberali flokkurin, ið er ein møguleiki í eini samgongu, stendur at fáa 10,5%, Grøni flokkurin 9,5% og Linke, ið er á vinstra veinginum, sær út at fáa 9%.
Vanliga tekur millum ein og tveir mánaðir at skipa stjórn í Týsklandi.