Sára og Alisa gjørdu bart

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag var mest vinnandi svimjari, tá Ægir og Svimjisamband Føroya skipaðu fyri juniorstevnu og meistarastevnu fyri ung í Klaksvík um vikuskiftið. Sára Ryggshamar Nysted vann tilsamans 14 gullheiðursmerki og 2 úr silvuri, í teimum 16 kappingum sum hon luttók í, umframt heiðursmerki í stafettum eisini.

 

Alisa Vestergård úr Susvim vann somuleiðis 14 gullheiðursmerki, men eitt silvurheiðursmerki, meðan Signhild Joensen úr Ægir gjørdist triðbesta gentan, við 10 gullheiðursmerkjum, einum silvurheiðursmerki og einum bronsuheiðursmerki.

 

Hjá dreingjum gjørdist Johan Dam úr Havnar Svimjifelag bestur, við13 gullheiðursmerkjum í einstaklingakappingum, umframt tað sum hann vann í liðsvimjingum. Róland Toftum úr SuSvim vann 12 gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki, meðan Marius Steinhólm úr Reysti vann triðmest, átta gullheiðursmerki, fimm silvurheiðursmerki og 1 bronsuheiðursmerki.

 

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag framdi vælsagtans størsta bragdið á hesi stevnu, tá ið hon í 800 metra frísvimjing setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 800 frí. Hartil imponeraði serliga Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag, við at trýsta juniormetini í 50 og 100 metra bringusvimjing niður ímóti teimum føroysku metunum.

 

Umframt tey bæði, setti Sára Ryggshamar Nysted nýtt føroyskt juniormet í 100m blandað. Barbara Debes, Jana Bjartalíð Thomsen, Ásbjørg Hjelm og Signhild Joensen úr Ægir settu nýtt juniormet í 4x100m frí og Marius Gardshorn, Niels Nattestad, Johan Hofgaard og Birni Sigvardsen settu nýtt juniormet í 4x50m blandað.

 

Eitt yvirlit yvir allar vinnararnar er at finna á svimjing.com.