Sýrar halda ikki vápnahvíldina

Sýriska stjórnin hevur ikki hildið vápnahvíldaravtaluna og friðaravtaluna, sum semja bleiv gjørd um í síðstu viku. Tað sigur ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, í einum brævi, sum hann hevur skrivað trygdarráðnum. Samstundis mælir hann ráðnum til at senda 300 eygleiðarar til Sýrialands.

Sambært semjuni, sum fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan fekk í lag, bant sýriska stjórnin seg til at taka sínar herdeildir og øll tey tungu vápnini úr býunum. Men tíðindastovurnar hava fleiri ferðir borið tíðindi um ófrið, og at stjórnarherurin framvegis brúkar tung vápn.

Ein annar partur av friðaravtaluni var, at hjálparfelagsskapir skuldu sleppa at veita neyðstøddum hjálp, men heldur ikki tað hevur borið til, skrivar Ban Ki-moon í brævinum.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, skal í dag á fund við fleiri uttanríkisráðharrar í París at tosa um støðuna í Sýrialandi.