Samanbitna andlitsbráið og rastleysu eyguni eru ikki ókend. Síðani hann tók við sum sosialdemokratiskur floksformaður í 2002, hevur hann staðið við róðrið á eini søkkandi skútu. Og vánaligar meiningakanningar, innanhýsis floksstríð og ein søguligur borgarligur valdsdominansur hava bert økt um persón-liga fjølmiðlaágangin.
Sum formaður er hann ferð eftir ferð dragsaður gjøgnum eirindaleysu fjølmiðlamaskinuna, sum hevur válkað sær í størstu sosialdemokratisku marruni í langa tíð. Og hóast hann av øllum alvi royndi at sannføra danska fólkið um, at slagið ikki var tapt, var endin á eyðmýkjandi valdystinum tað, tey flestu høvdu væntað: ein lemjandi ósigur hjá Mogens Lykketoft og hansara flokki á danska fólkatingsvalinum tann 8. februar í 2005, og samstundis ein staðfesting av djúpastu kreppuni hjá Sosialdemokratiska flokkinum í eitt mannaminni.
Stóri politikarin var á knøunum. Fíggindin fór við øllum. Lykketoft gjørdist ikki forsætisráðharri. Lykketoft legði frá sær sum formaður. Lykketoft var stóri taparin.
Tað góða samfelagið
Men tað er alt annað enn ein troyttur og orkuleysur maður, vit hitta á eini skrivstovu á Christiansborg ein sólríkan fríggjamorgun í juni. Hugmyndin av einum slitnum menniskja, sum hevur sæð sínar bestu dagar, verður við eitt punkterað. Skjótt rapla orðini úr munninum á fyrrverandi floksformanninum, og enthusiasman lýsir av honum. Við eitt sæst, hví maðurin hevur verið mettur at vera millum gávuríkastu politikarar í landinum, og hví maðurin hevur vunn-ið sær sæti millum fremstu politikarar í ríkinum.
- Eg havi stríðst og strevast fyri einum samfelagi, har hvør einstakur borgari skal hava frælsið til at útfolda seg hundrað prosent uttan materiellar og sosialar forðingar, og uttan at fíggjarligur ójavni forðar fyri, at tað góða lívið er ein reellur møguleiki fyri hvønn einstakan. Mítt lív hevur verið ein bardagi móti fíggjarligum ójavna, órímiligum stættarmuni og skeivum umbýti av samfelagskøkuni, og hesi sosialdemokratisku virði hava verið drívmegin handan alt mítt politiska virksemi og lív, sigur 59 ára gamli Mogens Lykketoft. Og júst henda bar-dagan sigur Lykketoft seg hava vunnið, ikki minst orsakað av leikluti sínum sum heilin handan búskaparpolitikkin hjá Nyrup-stjórnini meginpartin av nítiárun-um.
- Hóast hugsjónarligi bardagin verður stríddur hvønn dag, meti eg, at vit við okkara politikki hava sett okkara stóru spor í donsku samfelagsmenningini seinastu mongu árini. Eg var fíggjarmálaráðharri í einum tíðarskeiði, har vit fingu vent donsku búskapargongdini frá negativum tølum til positiv tøl, og í hesum tíðarskeiði broyttu vit Danmark og løgdu lunnar undir eitt sosialt og harmoniskt vælferðarsamfelag. Síðani hevur uppgávan verið at barst fyri at verja hetta samfelag, at halda fast um hesi virði, sum verða hótt allastaðni frá. Hetta er tað, sum fær eitt menniskja til at engagera seg og offra eitt heilt lív til politikk, sigur ein enthusiastiskur og sigursælur Mogens Lykketoft.
Ótroyttiligur
Longu sum 19 ára gamal tók Mogens Lykketoft sæti í landspolitisku leiðsluni í ungmannafelagnum hjá sosialdemokratunum, Frit Forum, og sum 22 ára gamal, í 1968, gjørdist unga talentið landsformaður. Hansara engagement forðaði honum ikki í at fullføra sína universitetsútbúgving í búskaparfrøði, sum hann var liðugur við í 1971. Í sínum lestrarárum arbeiddi hann eisini í "Arbejderbevægelsens Erhvervsråd", og frá 1975 til 1981 var hann leiðari í ráðnum. Evnini til tøl og rokning vóru eyðsædd, og Lykketoft greiðir frá, at tað stóð øllum greitt, at hansara øki á politiska vígvøllinum fór at vera tann búskaparligi parturin.
Í 1981 varð hann á fyrsta sinni valdur í danska Fólkatingi, og síðani eru størri og størri uppgávur komnar bóltandi. Longu fyrsta árið í Fólkatinginum gjørdist hann skattamálaráðharri, har hann var í hálvtannað ár, í 1993 tók hann sæti sum fíggjar-málaráðharri, har hann sæt í knøpp átta ár, og í 2000 gjørdist hann uttanríkismálaráðharri, til Fogh-stjórnin tók við í 2001.
Men eftir 40 virkin ár í sosialdemokratiska flokkinum, 24 ár í danska Fólkatinginum, tilsamans 10 ár í trimum tungum ráðharrasessum og trý ár sum floksformaður og forsætisráðharravalevni, er 59 ára gamli Lykketoft sambært sær sjálvum ikki útbrendur. Hann er ikki vorðin troyttur. Og sjálvur sigur hann, at hann framvegis er eins eldhugaður og áður.
- Hóast tað møguliga er atypiskt at siga í eini tíð, har stress næstan er vorðið eitt nýtt mótafyribrigdi, so havi eg ongantíð kent nakað til strongd og troyttleika. Eg eri eitt sterkt og stabilt menniskja við eini robustari psyku, og sjálvt tá tað leikar harðast á, sum t.d. undir valdystinum, verði eg ikki tikin av fótum, men eri áhaldandi og taki ágangin og mótvindin sum ein part av tí tilveru, eg havi valt mær. Á sama hátt er tað við líkasæluni. Hóast líkasælan við tíðini fær fastatøkur á teimum flestu, hevur hon ongantíð vunnið á mær. Tá eg vakni um morgunin, merki eg framvegis eina vreiði, eina sterka indignatión, sum gevur mær íblástur til hvønn dag at herja á, sigur Mogens Lykketoft.
Privati kostnaðurin
Tað sæst á øllum brøgdum, at maðurin livir og andar fyri sínum starvi sum politikari, og hann himprast ikki við at siga, at hann er ein reindyrkaður arbeiðsnarkomanur. Men hvat er so kostnaðurin fyri eina tilveru í fremstu røð á politiska pallinum?
- Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at kostnaðurin hevur verið stórur á privata økinum. Tíðin saman við familju og vinum hevur verið sera avmarkað, og mentalt havi eg gjøgnum árini ikki dugað at hildið frí, tá eg endiliga havi havt frí. Tá eg eri komin heim um kvøldið, havi eg nýtt meginpartin av tíðini framman fyri telduskerminum ella í telefonini, og tá onkur endiliga hevur megnað at dragsað meg suðureftir í eina viku, eri eg vanliga komin tveir dagar ov seint og farin avstað tveir dagar ov tíðliga. Eg havi ikki dugað at "kobla frá", og stutt sagt havi eg havt torført við at skilja privata familjulívið og almenna arbeiðslívið sundur, sigur Lykketoft.
Men er Mogens Lykketoft so í dag ein angrandi maður?
- Tilveran kann tíverri ikki koyrast í eitt reagensglas og kannast og analyserast, áðrenn vit fara í holt við hana. Vit liva uttan at kenna framtíðina og avleiðingarnar av avgerðum, vit taka í nú´inum. Vit gera mistøk, vit angra, vit læra, vit mennast, og vit royna av nýggjum. Víst hevði eg gjørt ymiskt øðrvísi, um eg fekk møguleikan at liva umaftur, men tá mistøk eru ein obligatoriskur partur av tí at liva, kann eg ikki siga, at eg í dag eri eitt angrandi menniskja. Tvørturímóti meti eg meg hava alla orsøk at vera ein takksamur persónur. Eg havi fingið loyvi at vera við til at broyta mítt samfelag. Eg havi fingið loyvi at realisera mínar gávur og gera tað, eg allarmest brenni fyri. Eg meti sjálvur, at eg havi framt nøkur munadygg avrik á míni politisku yrkisleið, og hóast tilveran sum politikari hevur kravt síni offur, t.d. á privata økinum, havi eg havt eitt spennandi lív fylt við ríkum upplivingum, sigur Mogens Lykketoft.
Der Untergang
Eftir eina sosialdemokratiska oyðimarkargongd kom stóra fallið fyri aðru ferð tann 8. februar í ár, tá Anders Fogh Rasmussen og borgarliga stjórnin enn einaferð fóru avstað við sigrinum. Mogens Lykketoft megnaði als ikki at endurreisa flokkin eftir lemjandi Nyrup-ósigurin í 2001. Lykketoft varð hvønn dag noyddur at úttala seg um katastrofalu meiningakanningarnar fyri sosialdemokratarnar, og uppgávan tyktist alt meiri vónleys fyri floksformann-in, sum varð skýrdur at vera turr-ur, uttan fólkatokka, "gamaldags", ov akademiskur og uttan neyðugu evnini at appellera til breiða partin av fólkinum. Fakliga sterki og virdi akademikarin, sum við stórari succés var chefideologur nummar eitt handan danska búskaparpolitikkin undir Nyrup-stjórnini, var nú ímyndin av einum veikum tapara móti einum nógv sterkari mótstøðuparti. Seint um kvøldið tann 8. februar, tá tapið var veruleiki, legði Lykketoft loksins kongin í Copenhagen Jazz House, har hann við eini sterkari og kenslubornari talu, sum varð varpað beinleiðis út í hvønn krók í landinum, takkaði fyri seg.
Síðani tapið hevur fyrrverandi formaðurin ikki lagt fingrarnar ímillum í sínum hvøssu atfinningum móti fjølmiðlunum. Sambært Lykketoft var tíðindaflutningurin undir valdystinum eyðkendur av einum yvirfladiskum, populistiskum og sensationellum undirhaldsjournalistikki.
- Júst undanfarni valdysturin prógvaði, at modernaður politikkur er í svárari kreppu, tí andsøgnin millum politikk og dýpd er vorðin alt størri. Djúp og torskyld politisk mál verða simplifiserað, og dagsins politikkur snýr seg í størri og størri mun um "form, image og showbusiness", meðan innihaldið, substansurin og gjøgnumførda viðgerðin fær minni og minni rúm, sigur Lykketoft.
Men er tað ikki ov bíligt av einum so royndum politikara at geva fjølmiðlunum ábyrgdina av tapinum?
- Jú. Men eg havi framvegis ein keðiligan smakk í munninum, tá eg hugsi um valdystin. Ikki tí eg tapti, men tí eg fyri fyrstu ferð legði til merkis, hvussu vit eru farin at praktisera okkara politikk og høgt virda demokrati. Eg tapti, tí eg dugdi ov illa at laga meg til hesa gongd. Yvirfyri einum fjølmiðlaapparati, sum bert leitar eftir stuttskygdum og yvirfladiskum undirhaldstilfari, og sum vendir blinda eygað móti teimum veruligu samfelagstrupulleikunum, noyðist ein radikalt at yvireinfaldgera síni sjónarmið. Eg var noyddur at broyta mín fram-ferðarhátt og tillaga meg ein leiklut, sum eg ikki dugdi at spæla. Eg var møguliga ov "gamaldags" at takkla tann mátan, pressan í dag arbeiðir uppá, sigur Lykketoft um søguliga tapið.
Til deyðin okkum skilir
Eftir 24 ár sum fólkatingslimur og 40 ár á politiska vígvøllinum er eldhugurin framvegis har. Hann kennir einki til troyttleika. Hann kennir einki til líkasælu. Og hann kennir einki til strongd. Hóast søguliga ósigurin á fólkatingsvalinum hevur Mogens Lykketoft ongar ætlanir um at taka seg aftur. Hann vil vera við til at taka tær stóru avgerðirnar, og sum nýggjur framsøgumaður í uttanríkismálum hjá sosialdemokratunum kennir hann seg aftur á heimavølli.
- Eg havi ongar ætlanir um at gevast, og eg gleði meg til aftur at arbeiða við uttanríkispolitikki. Stríðið fyri tí góða samfelagnum heldur fram, og hesum vil eg stríðast fyri til mín doyggjandi dag, sigur Mogens Lykketoft at enda.
CV
Føddur 1946
Støddfrøðiligur studentur 1964
Í leiðsluni í sosialdemokratiska ungmannafelagnum frá 1965-1970 (formaður í 1968-1969)
Cand. Polit. á Københavns Universitet 1971
Starvsettur á "Arbejderbevægelsens Erhversråd 1966-1981 (leiðari frá 1975-1981)
Fólkatingslimur frá 8. des. 1981
Skattamálaráðharri frá 1981 - 1982.
Fíggjarmálaráðharri frá 1993 - 2000.
Uttanríkismálaráðharri frá 2000-2001
Floksformaður 2002-2005