Tað hevur higartil gingið strúkandi hjá HB. Mikukvøldið vann oddaliðið flottan 5-2 sigur á NSÍ, og higartil hevur HB bara tapt eina ferð - í Runavík.
Í dag fer oddaliðið at vitja í Sarpugerði. Talan er um toppuppgerð, tí Víkingur er næstfremst. Skal talan verða um tætta kapping í toppinum, so er tað alneyðugt hjá Víkingi at finna øll stigini í dag.
Mikukvøldið var Víkingur í Sørvági, har tað endaði málleyst. Tað vóru gøtufólk og leirvíkingar illa nøgd við.
Í síðstu løtu í Sørvági varð nýklækti landsliðsspælarin, miðverjin Atli Gregersen, rikin av vølli. Tí er hann leikbannaður í dag, og harvið verður tað neyðugt at umskipa miðverjuna, har tað væl kann verða soleiðis, at Niclas Niclasen fer at fáa Súna Olsen sum makkara.