Kirkjubio verður í Kvívík í kvøld.
Klokkan 20 verður filmurin Súreplini hjá Ádami vístur í Kvívíkar kirkju.
Filmurin er frá
2005, og upprunaheitið er Adams æbler. Anders Thomas Jensen skrivaði
handritið og leikstjórnaði.
Hóast talan er um
ein svartan skemtifilm, so verða álvarslig mál viðgjørd. Støði verður tikið í
Jobs bók, og hyggjarin sleppur ikki undan at taka støðu til heimspekiligar
spurningar sum t.d., um tað ónda er til, um vísind mótvegis trúgv og um tað ber
til at umvenda ein nazist.
Theodor E. D. Olsen, prestur, heldur fyrilestur um filmin, áðrenn hann
byrjar á hvíta tjaldinum.