Stjórnin í Sýrialandi hevur nú biðið Turkaland um umbering fyri, at nakrar sýriskar granatir raktu eina turkiska bygd tætt við markið millum londini í gjár við tí úrsliti, at fimm fólk doyðu.
Tað sigur turkiski varaforsætisráðharrin, Besir Atalay, sambært fronsku tíðindastovuni AFP.
Turkaland bað í gjárkvøldið ST-trygdarráðið taka neyðug stig til tess at forða fyri fleiri álopum av sama slagi sum í gjár. Harafturat hevði Turkaland samband við NATO um hendingina.