Sýrialand nýggjan forsætisráðharra

Í Sýrialandi hevur Bashar al-Assad tilnevnt Wael al-Halki nýggjan forsætisráðharra fyri Riyad Hijab, sum valdi at rýma av landinum seinasta vikuskiftið eftir at hava sitið í embætinum í tveir mánaðir.

Tað frættist beinanvegin, at Riyad Hijab var farin í part við andstøðuni, og at hann var farin til Jordan. Í gjárkvøldið váttaði jordanska stjórnin so, at Hijab og húski hansara hava verið í Jordan síðani mánadagin. Hijab er tann týdningarmesti sýriski politikarin, sum hevur vent stýrinum hjá Bashar al-Assad bakið.

Tann nýggi sýriski stjórnarleiðarin (myndin) var heilsumálaráðharri frammanundan.