Tá ísraelsk flogfør søktu at málum stutt frá sýriska høvuðsstaðnum Damaskus seinasta sunnudag, valdu sýrisku myndugleikarnir at svara aftur við diplomatiskum tiltøkum. Men nú Ariel Sharon, forsætisráðharri, hevur hótt við at halda fram við álopunum, hótta sýrar við at svara aftur við hermegi.
Sýriski sendiharrin í Spania, Mohsen Bilal, segði í gjár, at leypa ísraelsmenn á eina ferð afturat, fer Sýrialand at svara aftur við hermegi.
- Leypa ísraelsmenn áaftur, noyðast sýriska stjórnin og herurin at svara aftur fyri at verja landið, segði sendiharrin.
Eygleiðarar í Miðeystri hava annars sagt, at tað er lítið sannlíkt, at sýrar fara at nýta hermegi ímóti Ísrael, tí hernaðarliga er Ísrael nógv sterkari enn Sýrialand. Men sýrar fara ikki at aftra seg við at nýta hermegi, sigur sendiharrin í Madrid.
- Sjálvandi ikki. Vit fara at verja okkum. Men vit berjast fyri friði, og vit hava skotið upp at taka friðarsamráðingarnar um Miðeystur uppaftur, sigur Moshen Bilal.
Ísrael og Sýrialand vóru í kríggi fyri 30 árum síðani, og tekniskt stendur krígsstøðan framvegis við.