– Hjálpir viðgerðin ikki, og skaðin ikki kann lekjast, so havi eg einki annað val enn at gevast, sigur Rógvi Jacobsen, sum í seinastuni hevur verið í Írlandi og fingið viðgerð fyri skaðan, ið hevur hildið honum uttanfyri í longri tíð.
Í 2007 skoraði hann ímóti heimsmeistarunum á teirra egna heimavølli og legði seg ovast á toppskoraralistan á føroyska landsliðnum við 10 málum. Men málið er framvegis tað seinasta, ið hann hevur skotið. Síðani 2008 hevur hann verið plágaður nógv av skaðum, men nú er ein avkláring á veg.
– Eg havi verið til viðgerð í Írlandi og havi millum annað fingið tríggjar sproytur, sum gjarna skulu hjálpa upp á skaðan. Tað er ein vanligur skaði í fótbóltsheiminum, sum eg havi fingið, og útlitini eru góð fyri, at eg komi fyri meg, siga læknarnir. Men riggar einki, so havi eg also ongan annan møguleika at gevast, sigur Rógvi Jacobsen.
Marran byrjar í Klaksvík
Tað var í 2008, tá Rógvi Jacobsen kom heim úr Norra at spæla við KÍ, at skaðarnir byrjaðu at gera um seg. Rógvi hevði tá roynt seg í norska IL Hødd, sum hevði fingið eyga á klaksvíksinginum eftir málini ímóti Italia.
– Eg skifti frá grasi til graslíki, tá eg kom aftur úr Norra, og tá byrjaði skaðarnir at koma. Eg spældi frá 1996 til 2008 uttan at missa ein dyst vegna skaða, so eg havi verið heppin upp á tann mátan, men í Klaksvík gekk galið, sigur Rógvi Jacobsen.
KÍ var í 2008 í niðurflytingarvanda, og Rógvi bleiv keyptur heim at tryggja plássið í bestu deildini. Rógvi spældi níggju dystir og skoraði trý mál, samstundis sum tað eydnaðist KÍ at bjarga lívinum í bestu deildini.
– Sjálvt um eg var skaddur, so spældi eg tað, eg kundi, men tað gjørdist skjótt greitt, at okkurt var galið. Tað er lærinum í vinstra beini tað er galið við, og tað endaði við, at eitt hefti í lærvøddanum skrædnaði. Tá kappingin var liðug, fór eg at kanna skaðan nærri, og tá mátti eg halda steðg í næstan 10 mánaðir, sigur Rógvi.
Skaddur Rógvo til ÍF
Rógvi skifti í 2009 til ÍF, men tá var longu greitt, at hann møguliga ikki kom at spæla ein stóran leiklut í kappingarárinum hjá ÍF. Tað gekk rúm tíð, áðrenn Rógvi endiliga kom á vøllin fyri nýggja felagið.
– Tað var ikki fyrr enn í seinnu hálvu av 2009, at eg gjørdist klárur og fekk spælt. Tað var sjálvandi ikki við fullari megi, tí eg var ikki í form, men eg hevði sum so ongar trupulleikar av skaðanum, sigur Rógvi Jacobsen.
Gongur galið í Gundadali
Rógvi ger seg nú kláran at fara í gongd við kappingarárið 2010. Alt gongur væl, men tíðliga í mai er ÍF á vitjan hjá B36 í Gundadali.
– Tað kendist, sum eg beklaði, men tað gjørdi eg ikki. Tá var tað ein spong í fótinum, sum var strongd so mikið, at fóturin hóvnaði. Hesin seinni skaðin er ein fylgja av tí fyrra skaðanum. Síðani havi eg ikki kunna runnið, og skaðin vil ikki lekja, sigur Rógvi Jacobsen.
Steypafinalan ringasta løtan
Rógvi hevur nú sitið uttanfyri í góðar fýra mánaðir, men hvussu er tað hjá Rógva at standa uttanfyri, tá hinir renna á vøllinum?
– Tað er sjálvandi súrt at standa uttanfyri, tá hinir spæla dyst og venja. Eg havi ringt við at góðtaka, at eg ikki kann spæla, tí eg havi sjáldan verið skaddur, sigur Rógvi Jacobsen.
Felagið hjá Rógva, ÍF, var í summar í steypafinaluni, ið var leikt í heimbýinum hjá Rógva, Klaksvík.
– Tann ringasta løtan, eg havi havt, meðan eg havi verið skaddur, var tá steypafinalan var. Tað var ótrúliga ringt at standa uttanfyri tá. Eg haldi, eg hevði fleiri nervar, enn tá eg spæli við sjálvur, sigur Rógvi Jacobsen.
Vil bara blíva frískur
Men er málið hjá Rógva Jacobsen so at skora sítt 11. mál á landsliðnum og harvið leggja sjógv ímillum seg og hinar toppskjýttarnir á landsliðnum?
– Tað er sjálvandi deiligt at skora á landsliðnum, og nú er langt síðani, eg var við seinast, men fyrst og fremst so hugsi eg bara um at sleppa at spæla aftur. So fyribils er málið hjá mær er at koma fyri meg eftir skaðan, og vónandi klári eg at spæla teir seinastu dystirnar í ár fyri ÍF, sigur Rógvi Jacobsen
Rógvi við gott mót
Rógvi Jacobsen er í dag 31-ára gamal, men hann hevur enn trúnna uppá, at hann kann gerast frískur, og tað er ikki hugurin at spæla bólt, sum er um at forkoma honum í at skora tað 11. málið fyri landsliðið.
– Eg trúgvi framvegis uppá, at eg kann blíva frískur og havi sum sagt ringt við at góðtaka, at eg ikki kann spæla fótbólt, tí tað er tað eg tími best. So tað er ikki aldurin, ið ger at eg møguliga má gevast, men skaðar og tað vil eg gera alt fyri, at tað ikki verða teir, sum skulu steðga mær, sigur Rógvi Jacobsen.
Rógvi Jacobsen bíðar nú eftir svari frá læknunum, og tað er væntandi, at tað svarið kemur um góðar tríggjar vikur.