Dreingirnir hava kappast fýra ferðir í barnaróðri í summar. Fjórða kappingin var á sundalagsstevnu í Hósvík seinnapartin ídag. Í trimum teimum fyrstu kappingunum var Dúgvan úr Sørvági fyrst á mál, og soleiðis var tað aftur ídag.
Sørvágsdreingir umborð á Dúgvuni vóru tað mesta av einari bátslongd frammanfyri næsta avbjóðaran. Næsti avbjóðarin var aftur í dag Falkur úr Hósvík, sum var næstfyrstur á mál fyri fjórðu ferð í summar.
1 | Dúgvan | 02:35.32 | 7 | ||
2 | Falkur | 02:37.44 | 6 | ||
3 | Tistil | 02:42.42 | 5 | ||
4 | Títlingur | 02:44.06 | 4 | ||
5 | Sævarmoy | 02:44.47 | 3 | ||
6 | Kollur | 02:46.21 | 2 | ||
7 | Súlan | 02:46.36 | 1 | ||
8 | Ternan | 02:47.18 | 0 | ||
9 | Fenja | 02:51.05 | 0 | ||
10 | Fiskurin | 02:51.42 | 0 | ||
11 | Nísan | 02:52.01 | 0 | ||
12 | Silja | 02:53.22 | 0 | ||
13 | Havørnin | 02:55.33 | 0 | ||
14 | Havfrúgvin | 02:56.32 | 0 | ||
15 | Frúgvin | 02:59.18 | 0 | ||
16 | Svanur | 03:00.15 | 0 | ||
17 | Svalan | 03:06.12 | 0 |