Tveir dystir eru á skránni í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum um vikuskiftið. Serstakliga tykist talan at verða um áhugaverda uppgerð, tá SÍ kemur á vitjan hjá TB.
Júst hesi bæði liðini dystaðust seinasta vikuskiftið í finaludystinum í FK-kappingini. Tann dystin vann TB, men talan var um fyrstu veruligu finaluna, sum SÍ hevur spælt, og tí er einki at ivast í, at tær vilja leggja nógv fyri, nú tapið skal hevnast.
Hin dysturin er millum KÍF og Mjølnir.