Partrolararnir, Vesturskin og Vesturvarði, landaðu á Toftum í gjár. Veiðan varð boðin út á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya, men Portalurin veit ikki við vissu, hvussu nógv skipini høvdu í lastini, og hvussu nógv tey fingu fyri veiðina.
Í gjár landaðu Brestir og Reynsatindur eisini í Sørvági. Brestir, sum hevði roynt eftir kongafiski vestur úr Mykinesi, hevði umleið 90.000 pund.
Reynsatindur hevur eisini roynt vestanfyri hendan túrin. Teir høvdu umleið 70.000 pund av línufiski.
Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.