Nýtt graslíki er lagt á vøllin í Sørvági. Arbeiðið byrjaði týsdagin 9. mai, og áleggingin varð liðug nýggju dagar seinni. Teir sum hava gjørt arbeiðið komu úr Týsklandi og hava drúgvar royndir við at leggja graslíkisvøllir í Føroyum.
Graslíkið er av tí nýggjasta frá Domo Sportsgras, sum er størsti veitari av graslíki í Europa. Stráini eru 5 cm long, og tey reisa seg sjálvi aftur eftir at ein hevur traðka á tey.
Á myndini síggjast Birgir Andreasen frá Føroya Møblasølu, sum hevur veitt vøllin, og Aimé Jacobsen borgarstjóri í Sørvágs Kommunu. Graslíkið er FIFA 2 star góðkent, og FSF hevur kannað og góðkent vøllin.