Sørvágur nýggjan musikkskúla

Gongst, sum Sørvágs kommuna ætlar, stendur ein nýggjur musikkskúli liðugur í Sørvági til næsta skúlaár. Fríggjadagin í hesi vikuni skulu tilboðini upp á timbur-og snikkaraarbeiði verða komin bygdaráðnum í hendi, og tá verður eisini lisitatión yvir innkomin boð.

Útbjóðingartilfarið hevur ligið tøkt á kommunuskrivstovuni í Sørvági síðan hin 12. oktober, og nú fríggjadagin klokkan 13 er seinasta freist at bjóða upp á arbeiði.

Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sigur, at ætlandi skuldu tilboðini verða inni klokkan 13 í gjár, men av ávísum orsøkum er dagurin útsettur til fríggjadagin.

Hann sigur, at fleiri arbeiðstakarar hava verið á skrivstovuni hjá bygdarráðnum eftir útbjóðingartilfari, og tí væntar hann, at fleiri arbeiðstakarar fara at bjóða upp á skúlan.

Arbeiðið, sum er útboðið, snýr seg í høvuðsheitum um umbygging av gamla skúla, sum er umleið 90 fermetrar og um nýggjan tilbygning, sum verður umleið 220 fermetrar.

Sune Jacobsen sigur, at samanlagt verður nýggi musikkskúlin í Sørvági tilsamans 310 fermetrar stórur, og sambært tíðarætlanini stendur hann liðugur til næsta skúlaár.

Hann sigur, at skúlin í fyrsta lagi fer at geva tónleikaundirvísingini í Sørvági betri umstøður, eins og hugsandi er, at eisini hornorkestrið í bygdini fær betri venjingarumstøður.

- Nýggi skúlin fer uttan iva at skapar betri karmar um tónleikalív og ymisk mentanarlig tiltøk í kommununi í síni heild, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen.