Sørvingar dupultir steypavinnarar

Longu frá byrjan í fjórða setti fer maskinan hjá SÍ í gongd at vinna steypið í hús. Heilt skjótt er støðan 7-3 til sørvingar, og hvíti parturin av høllini á Hálsi ýlir, meðan blái parturin er ikki at hoyra.

Mjølnir biður um time out, tá støðan er 8-5, og hugurin hjá teimum bláu er lítil at fara á vøllin, meðan teir hvítu standa klárir, langt áðrenn dómarin biður teir koma út á misreyða undirlagið.

Men munurin veksur ikki millum liðini. Tey togast um bóltarnar og í fleiri førum avgerð tilvildin, hvør vinnur bóltin.

Gjøgnum settið kemur Mjølnir tó fyri seg og kemur upp á 14-15, áðrenn SÍ aftur fær eina leiðslu á fýra stig.

Sigurin hjá SÍ byrjar at nærkast. Støðan er 22-18, so í teoriini kunnu tríggir bóltar vera eftir at spæla um.

Emil Mikkelsen tekur tann fyrsta. 23-18.

Klaksvíkingar taka tann næsta. 23-19.

Emil Mikkelsen tekur tann triðja. 24-19.

Og Sørvingar taka eisini tann triðja. Sørvingar eru steypavinnarar hjá monnum.