Sørvingar smurdir av í Runavík

Flogbóltur, menn: Heimadystirnir hjá ÍF máttu spælast í Runavík hetta vikuskifti og tað var so at siga tað einasta nýggja úr Fulgafirði. Dystin móti SÍ vunnu teir so ruddiliga 3-0

Hallarviðurskiftini hjá ítróttarfeløgunum kring landið eru alt annað enn góð. Vikuskiftið er nokkso avmarkað í longd frammanundan, og torført er at fáa allar hondbótlsdystirnar og flogbóltsdystirnar at passa inn. Men tá hallirnar verða leigaðar út heil vikuskifti, so gerst upp aftur verri.

Júst farna vikuskiftið gekk tað út yvir ÍF. Høllin á Kambsdali var leigað út til bingospæl og tí máttu fuglfirðingar leita sær til Runavíkar at avgreiða sínar dystir.

Fyrstalið skuldi leika móti SÍ og tann dysturin var skjótt avgreiddur. ÍF vann dystin so ruddiliga og tað var fult uppiborið, verður sagt úr Fuglafirði. Settúrslitini vóru 15-2, 15-7 og 15-8 til ÍF og tað sigur okkum so mikið sum, at SÍ ongantíð var rættuliga inni í dystinum.

SÍ fer at hava tað torført í ár, tí fólkið hjá teimum hevur ikki áður roynt at spæla undir tílíkum trýsti. Sterkasti leikarin á liðnum, sum í fjør vann kappingina í fyrstu deild, Anfinn Joensen er farin av landinum og tá eitt lið missir ein landsliðsleikara, so sæst tað sjálvandi aftur.

Styrkin í álopinum er so at siga burtur og blokadan er munandi verri av somu orsøk.

Ein annar trupulleiki er, at hevararnir báðir eru smáir menn. Onki ringt um tað annars, men tað hevur sínar avgjørdu fyrimunir í verjuspælinum frammi við netið at vera stórur, so her hava mótstøðuliðini ein fyrimun.

Nú skal alt ikki gerast so ringt kortini. SÍ hevur fingið sett frá bæði Fleyr og Fram, so teir skulu kanska bara gera eitt sindur meira við venjingina fyri at koman tað verið longri upp.


ÍF væl fyri

Hjá ÍF liggur hinvegin sera væl fyri. Teir hava fingið Pól Guðmundsson til Fuglafjarðar aftur ? hann leikti í Fram í fjør, og tað er einki at taka seg aftur í, at hann hevur styrkt munandi um liðið.

Suni Hansen, sum er spælandi venjari hjá ÍF í ár, var uttanlands ein góðan part av árinum í fjør, men hann er so ruddiliga komin í hæddina í ár.

Men tað eru nú ikki bara hesir báðir, sum halda liðnum uppi. Fleiri aðrir góðir leikarar eru við, sum gera liðið til eina heild, sum saktans kann fara at vera tað besta boðið uppá meistaraheitið í ár.

Orsøkin til at ÍF a er eitt so gott lið í ár er at teir hava eina góða verju og eitt ótrúliga effektivt spæl á gólvinum. Skjótir og berjast fyri hvønn tann einasta bólt.