Sørvingur á Brúnni í oljuleiting í Grønlandi

Meðan grønlendingar nú gera klárt til at bora eftir olju í Vesturgrønlandi í vár, skulu oljufeløg nú lata umsókn inn til at bora við Føroyar í 2001. Eitt av ábyrgdarfólkunum í grønlendsku ráevnisumsitingini er sørvingurin Eyðfinnur Jacobsen.

Jan Müller


Um somu tíð sum føroyingar eru við at gera klárt til at taka ímóti fyrstu umsóknunum til oljuleiting, eru grønlendingar komnir eitt stig víðari. Teir gera nú seinastu fyrireikingarnar til veruliga boring eftir olju á Fylla banka í Vesturgrønlandi.

Sum vera man eru eisini føroyingar við í hesum arbeiði. Og tað er ikki bara á dekkinum. Eisini á brúnni eru føroyingar. Síðani 1. februar hevur sørvingurin, Eyðfinnur Jacobsen røkt annað av deildarstjórastørvunum í ráevniumsitingini hjá grønlendska heimastýrinum. Meðan hin deildarstjórin, ið er grønlendingur, tekur seg av jarðfrøðiligu deildini, so stendur Eyðfinnur Jacobsen á odda fyri tí fyrisitingarliga partinum.

Eyðfinnur Jacobsen hevur starvast sum advokatur í Føroyum í nógv ár m.a. við egnum virki í Havn. Í tvey ár var hann deildarstjóri í Tinganesi fyri kommunikatión og ferðslu. Hann hevur eisini royndir frá statsfyrisitingini innan Statens Luftsfartsvæsen og nú seinastu tíðina eisini frá føroysku fyrisitingini á Toll- og Skatt undir Fíggjarmálastýrinum.

Seinasta uppgávan hjá honum, áðrenn hann fór til Grønlands at arbeiða, var at smíða føroysku kolvetnisskattalógina.

Hóast Grønland og Føroyar eru tveir partar av danska kongaríkinum við hvør sínum heimastýri, so eru viðurskiftini á ráevnisøkinum rættiliga ymisk. Meðan føroyingar valdu at yvirtaka undirgrundina og møgulig ráevni í henni, so hava grønlendingar fingið eina skipan, har undirgrundin er felagsmál. Í Grønlandi er tað Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, sum hevur politisku leiðsluna á hesum øki, meðan tað í Danmark er Svend Auken, umhvørvis- og orkumálaráðharri.


Áhugavert arbeiði

Tað eru sostatt Jonathan Motzfeldt og Svend Auken, sum hava verið við til at seta Eyðfinn Jacobsen í hetta fyri grønlendsku framtíðina so týðandi starvið. Sjálvur sigur hann, at hetta er eitt sera áhugavert arbeiði og trívist hann væl í tí. Hann heldur tað vera kærkomið at kunna vera við, nú fyrsta boringin verður í summar á Fylla banka.

Tað er norska oljufelagið, Statoil, sum er operatørur. Hini feløgini, sum eru við í bólkinum, sum hevur fingið loyvi eru Phillips Petroleum, Dong og Nunaoil, sum er grønlendska almenna oljufelagið. Tað verður borið.

Eyðfinnur Jacobsen heldur tað vera áhugavert nú føroyingar og grønlendingar eru komnir umleið líka langt, tá tað snýr seg um at fara undir oljuleiting og ivast hann ikki í, at eins og føroyingar fylgja við gongdini í Grønlandi, so fylgja grønlendingar eisini við, hvat hendir í Føroyum. Man kann tó siga, at føroyingar eru umleið eitt ár aftanfyri útviklingin í Grønlandi, nú fyrsta boringin í Vesturgrønlandi byrjar í vár.

Eyðfinnur Jacobsen ivast ikki í, at føroyingar og grønlendingar bæði eiga og kunnu samarbeiða um ymsar praktiskar spurningar í sambandi við oljuútviklingin í báðum londum.

At ein føroyingur situr í einum so týðandi starvi í grønlendsku ráevnisumsitingini kann uttan iva hava við sær samstarv millum londini, sum skulu út í eina heilt nýggja vinnu. M.a. kann hugsast, at londini saman kunnu kanna árinini, sum ein slík nýggj vinna hevur á eitt lítið og fjarskotið samfelag.

Umframt oljuspurningar so fæst fyrisitingin eisini nógv við aðra námsvinnu so sum at leita eftir gulli og gimsteinum.

Samanbera vit eina komandi oljuleiting við Føroyar við henni í Grønlandi, so er talan um sera stór øki, har leitast skal eftir olju. Taka vit bara lisensin á Fylla banka, so er hann størri enn alt samlaða danska oljuøkið í Norðsjónum.

Tað er greitt, at tað í hesum liggja stórar avbjóðingar, eisini fyri ein føroyingur í einum av ábyrgdarstørvunum í grønlendsku ráevnisumsitingini.

Eyðfinnur Jacobsen sigur, at verður olja og gass funnið, so fer hetta at fáa rættiliga stóra ávirkan á grønlendska samfelagið. Verður einki funnið, so kann tað blíva eitt stórt bakkast fyri oljuleiting í Grønlandi sum heild. Fyrsta boringin á Fylla banka verður tí eygleidd við sera stórum spenningi.

Fyribils verður Eyðfinnur einsamallur í Grønlandi. Men komandi summar fer familjan eisini til Grønlands.


Dongblað um olju í Føroyum og Grønlandi

Í hesum døgum er útkomið nýtt nummar av blaðnum hjá danska oljufelagnum Dong. Hesaferð hevur blaðið valt at viðgera oljuleitingina í Grønlandi og í Føroyum. Har er stór samrøða við Eyðun Elttør, landsstýrismann og grønlendska landsstýrisformannin, Jonathan Motzfeldt um komandi oljuleitingina í Føroyum og Grønlandi.