Sá sín fyrsta dyst á Boleyn Ground í 1934

100 ára gamla Mabel Arnold var heiðrað til seinasta dystin hjá West Ham týskvøldið

Mabel Arnold er 100 ára gomul, og gjøgnum alt lívið hevur hon stuðlað Premier League-felagið, West Ham United.

 

Fyrstu ferð hon var til dyst á Upton Park, sum Boleyn Ground æt í mong ár, var í tí Harrans ári 1934. Hesi farnu 82 árini hevur Mabel Arnold sæð nærum 2.000 heimadystir hjá West Ham United.

 

Hetta lat leiðslan í West Ham United ikki fara framvið borðinum, og týskvøldið, tá West Ham við einum 3-2 sigri á Manchester United spældi sín seinasta dyst á Boleyn Ground, var Mabel Arnold stórliga fagnað. Fagnaðurin rungaði frá teimum 35.000 fjepparunum hjá West Ham fyri tí 100 ára gomlu viðhaldskvinnuni.

 

Mabel Arnold fegnast um hvussu góðir fjeppararnir hjá West Ham eru við hana. Tá hon hendingaferð ikki er til dyst koma fjepparar yvir til sonin hjá Mabel, Graham, og spyrja hví hon ikki er til dyst, og spyrja hvussu hon hevur tað. Mabel Arnold væntar ikki, at stemningurin verður verri, tá West Ham fer at spæla heimadystir á tí olympiska leikvøllinum: - Eg vænti framvegis, at vit fara at tosa við hvønn annan, og fara at spyrja eftir hvørjum øðrum, sigur Mabel Arnold við enska blaðið "Daily Mail". 

 

Dýrabærasta minnið hjá Mabel Arnold er, tá hon til eina veitslu slapp at dansa við gomlu West Ham-hetjuna, Bobby Moore, sum eisini var ein av teimum spælarunum, sum vann HM í fótbólti við Onglandi í 1966. 

 

Tað var maðurin hjá Mabel, Richard, sum bjóðaði henni til ein dyst hjá West Ham United afturi í 1934. Frá tí løtuni var hon seld, og hevur verið ein risastórur West Ham United fjeppari síðani.

 

Fótbóltur hevur søgur, sum eru ringar at finna aðrastaðni.