S/S Scotland sigldi undir Hvalneshøvda og bleiv vrak

Sunnudagin 15. februar vóru liðin hundrað ár síðan damparin S/S Scotland rendi á Hvalnes norðanfyri Skálavík á Sandoynni og bleiv vrak. Fyrsti stýrimaður lat lív, meðan restin av manningini og ferðafólkini vórðu bjargað

Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
??????????????????


Í bókini "Søgur og søgubrot" skrivar høvundurin Jóannes Dalsgaard (1895-1980), vanliga nevndur Jóannes á Mølini, í Hoyvík, um hendingina, sum fór fram fyri júst hundrað árum síðan.
Fastalávintssunnukvøld fyri skýming tann 14. februar 1904 kom damparin S/S Scotland sín fyrsta túr til Føroya úr Danmark. Hann skuldi eisini til Íslands.
Felagið sum átti skipið æt "Thore", og tann sum stóð fyri felagnum var íslendingurin Thor E. Thulinius, sum búði í Keypmannahavn.
Fólk í Skálavík eygleiddu skipið, sum fór leiðina norður í Nólsoyarfjørð á veg til Havnar hendan sunnudag seinnapart í kavaveðri.
Tá skipið kom í Nólsoyarfjørð løgdu teir stilt, tí teir tordu ikki at seta inn á Havnina í tí kavaroki sum var. Teir lógu og damlaðu við lítlari ferð. Nakað eftir miðnátt kláraði upp og teir skuldu til at sigla inn móti Havnini, tá tað aftur køvdi av í kavaroki og nógvum vindi. Hetta hevur verið um fýra tíðina. Um fimm tíðina merkti stýrimaðurin, sum júst tá var farin niður undir at fáa sær kaffi, at skipið bar við okkurt og beint eftir var ein sera harður stoytur. Skipið hevði rikið við vestfallinum og sigldi á land undir Hvalneshøvda.
Tíbetur var hampuliga gott veður í sjónum hendan morgunin 15. februar. Hvalnes er annars brimpláss. Um illa vildi til, hevði eingin komið livandi í land.
Fyrsti stýrimaður doyði
Frá landi var eingin hjálp at fáa, tí eingin visti um tilburðin. Teir settu so bát út. Báturin varð so mannaður, og fyrsti stýrimaður var formaður. Tá teir komu inn móti urðini, tók eitt óløgi bátin og rendi hann so hart móti einum steini at stýrimaðurin, sum sat afturi í rong, varð tveittur fyri borð og doyði á staðnum ? høvdið tók fyrst, tá hann bleiv slongdur inn í gróti.
Tey sum vóru í bátinum fóru so aftur út til skipið, og ikki varð roynt aftur við báti.
Annar stýrimaður svam síðan í land við eini línu. Tað eydnaðist honum at sleppa niðan gjøgnum urðagrótið og niðan undir Høvdan. Hann fekk bundi eina tjúkka línu millum skipið og land, soleiðis fekk hann bjarga ferðafólki og manning - eini fjøruti fólkum - ið øll komu á land uttan mein.
Á Hvalnesi kundu tey ikki vera verandi, nógvur kavi var niðurkomin og kavarok var. Tey vóru noydd at leita upp fólk, um tað var gjørligt. Tey komu fram á eitt seyðahús, har nøkur fóru inn, meðan onnur fóru at leita í ymsar rætningar fyri at finna fólk. Tá tey komu fram á rossagøtur, vistu tey, at tær mundu ganga at húsum onkrastaðni.
Seinni um morgunin kom Stovubóndin í Skálavík, Poul Johannes Jacobsen, fram á tey, hann var farin ein túr í hagan við hundinum. Um 9-10 tíðina kom hann í túnið Niðri á Møl við eini mannamúgvu eftir sær. Menn fóru so beinanvegin í hagan at leita eftir teimum sum eftir vóru.
Ferðafólkini og manningin komu vát og køld til Skálavíkar, har tey vórðu væl móttikin, fingu góðan mat og heita song. Ferðafólkið varð annars skjótt sent til Havnar. Eitt av ferðafólkunum var blaðstjórin á íslendska blaðnum "Ísafold", hann skrivaði seinni í sínum blaði um ferðina og skipbrotið.
Sýslumaðurin, J. H. Schrøter, fekk boð um tilburðin og kom eystur. Hann setti vaktarmenn at ansa eftir skipinum.
Pengarnir burtur
Tá skiparin og stýrimaðurin komu út aftur til skipið fyrstu ferð, varnaðust teir, at pengarnir í stýrihúsinum vóru burtur. Hetta varð so sagt løgregluni, og maðurin, ið hetta hevði gjørt, var ein av manningini á skipinum, og varð hann tikin í Havn. Hetta hevði hann gjørt, meðan hinir stríddust við at bjarga fólkinum í land.
Ein stáltrossi varð settur fastur inni á Høvdanum og spentur at mastrini á skipinum, og eftir hesum strongi varð so alt drigið, ið kom úr skipinum. Nakað varð bjargað úr skipinum so sum viður, takjarn o.l.
Tveir dagar seinni øtlaði veðrið, og brim kom, tá helt øll bjarging uppat. Skipið brotnaði av um tvøran tann dagin, og menn søgdu, at slóðin av mjølsekkjum, viði, kassum og øðrum, ið fleyt, var so long sum sást suður eftir eystfallinum, men einki kom upp á land, tí rákið var út frá landi. Aktión varð hildin á Hvalnesi yvir vøru, ið lá eftir har.
Menn vóru ræddir fyri at rotta fór at koma í oynna av hesum skipi. Ein dagin kom ein rotta úr einum kassa, ið drigin var á land. Hon varð so dripin, og meira spurdist ikki til rottu ta ferðina.
Fyrsti stýrimaður, sum lat lív, liggur grivin í gamla kirkjugarðinum í Skálavík. S. M. Kirk æt hann
Rovini og vraklutir av S/S Scotland eru enn at síggja á Hvalnesi. Skipsklokkuna gav skiparin til kirkjuna, eisini eru aðrir lutir í Skálavík sum minna um hesahending fyri hundrað árum síðan..

Kelda: "Søgur og søgubrot" v. Jóannes Dalsgaard