Samrøða
Marin Súsanna Vígdá er úr Fuglafirði, men hevur síðan 1986 búð í Danmark. Til dagligt virkar hon sum fólkaskúlalærari m.a. í tónleiki og myndlist. Fyri 4 árum síðan fór hon undir at virka sum clairvoyantur og skipar fyri seansum, spøkilsishjálp og enntá homeparties. Hóast tað ikki var fyrr enn fyri 5-6 árum síðani, at Súsanna veruliga lat upp fyri gávum sínum, so hevur hon altíð havt tær.
- Eg havi altíð droymt ting og kent á mær at ting fóru at henda, fyrr var tað mest vanlukkur, men eftir, at eg havi latið upp fyri gávunum, er hetta blivið nógv frægari, greiðir Súsanna frá.
Liggur til familjuna
Hesar gávur liggja til familjuna hjá Súsonnu, pápi hennara hevði tær og eisini hava øll fýra systkini hjá henni í ein ávísan mun uppliva gávurnar, tó at tað ikki er í so stóran mun sum hjá Súsonnu.
- Heima hjá okkum var hetta einki forferdiligt, men heldur nakað sum var nokkso vanligt, greiðir hon frá, men sigur samstundis, at mamma hennara ikki dámdi hesar gávurnar serliga væl..
Sá flogvanlukkuna í Mykinesi
Súsanna minnist ikki sjálv, nær hon fyrstu ferð gjørdist greið yvir gávurnar. Tí tær hava altíð verið har, men ein av fyrstu forsøgnunum, ið hon kom við, var sum smágenta. Hon var 4-5 ára gomul.
- Eg var vanliga ein glað og smílandi genta, men ein dagin gjørdist eg frá mær sjálvari, tí eitt flogfar fór at detta niður í høvdið á mær. Eg tordi ikki út og rann ræðslusligin runt. Allar hurðar og vindeygu skuldu latast aftur soleiðis, at flogfarið ikki skuldi detta á meg. Mamma mín skeldaði systkini, at tey høvdu bilt mær tílikt inn, men tey kendu einki til nakað flogfar. Hetta helt fram í eina viku, men knappiliga segði eg, at nú kann eg fara út at spæla aftur, tí flogfarið er dottið niður.
Sama dag, 26. september í 1970 datt eitt íslendsk ferðamannaflogfar niður í Mykinesi. Tað var á veg úr Bergen til Føroyar. 34 fólk vóru við flogfarinum 8 doyðu í vanlukkuni.
Varð illa arga
- Eg havi altíð havt lætt við at lisið fólk. Hetta gav mær nógvar trupulleikar sum barn. Eg varð argað illa í skúlanum, tí eg eg segði so nógv ørt. Hini børnini høvdu trupult við at trúgva mær, og eg fekk í heilum at vita, at eg leyg. Eg hevði øgiliga trupult við at góðtaka, at fólk søgdu eitt og meintu okkurt annað, og tí segði eg tað ofta við tey. Hetta gav mær eisini trupulleikar, greiðir hon frá.
Herfyri var tó ein av gomlu klassafeløgunum hjá Súsonnu inni á hennara heimasíðu og skrivaði, at kanska var tað okkurt um tað, ið hon hevði sagt tá.
Royndi at lata aftur
Sum tannáringur vóru gávurnar als ikki nakað vælsignilsi fyri Súsonnu. 95% av tí, ið hon kendi á sær var ólukkur. Hon visti um ferðsluvanlukkur, um deyða og aðrar ólukkur. Men ofta var tað ikki so presist, at hon kundi ávara, men heldur ein ófrættakend kensla. Sum kensluborin tannáringur var hetta sera trupult at liva við. Hon gekk tí við ampa. Tí royndi hon at lata aftur fyri gávunum at fortreingja tær. Hetta eydnaðist í ein ávísan mun, men ikki heilt.
- Eg havi altíð følt ymiskt og droymt. T.d. visti eg altíð hvør var uppá vegin og hvat kyn barnið var. Men tað var ikki fyrr enn í einum terapibólki fyri 5-6 árum síðan, at eg lærdi at lata upp aftur. Har var ein clairvaoyantur í bólkinum, sum bað meg lata upp, tí tey vóru so nógv, ið stóðu rundanum meg og vildu í samband við meg, greiðir Súsanna frá.
Várharra brúkar meg
- Síðan tá hevur hetta verið eitt arbeiðsreiðskap fyri meg. Eg síggi ikki longur so nógvar forsøgnir, men brúki hetta sum eina gávu, ið Várharra hevur givið mær. Eg eri sannførd um, at hann brúkar meg á hendan hátt, og at eg eri ein annar brikkur í tí stóra putlispælinum. Eg havi góðtikið tað, og tí havi eg eisini lært at vent mínum fokus móti klientum hjá mær, og arbeitt bevíst við mínum gávum.
Súsanna trýr uppá Guð, ikki tann illa Guð, ið Gamla Testament, men tann kærleiksfulla Guð í Nýggja Testamenti. Hon er kirkjufólk og hevur als ikki trupulleika við at sameina kristni trúgv sína við sítt andaliga virksemið. Hon stillar seg eitt sindur óskiljandi yvir fyri teimum, ið kalla hetta devulsins verk, og sum halda tílíkt virksemi vera heiðið.
Hon heldur, at her er í stóran mun talan um jantelógina: Man skal ikki halda, at man kann nakað annað enn hini. Eisini heldur hon, at talan er um misskilta trúgv.
- Tað eru nógvir karismatiskir kristnir leiðarar, ið stilla seg upp og prædika, at man skal liva fanatiskt. Tí eru tað ivaleyst nógvir føroyingar, ið hava tílíkar gávur uttan at brúka tær.
Súsanna ivaðist eisini nógv, tá hon skuldi byrja við virksemið sínum. Men hon kennir, at hetta er eitt kall.
- Tað er í lagið, at summi halda hetta vera galið. Men tað er so mín ábyrgd, heldur hon fast í og vísur á orðini hjá mammu síni:
- Mamma segði, um tú følir, at tað er rætt í tínum hjarta, so er tað rætt fyri teg.
Gloymdi at biðja Guð vera við
- Eg eri slettis ikki í iva um, at hetta er kærleiki. Ein klientur hjá mær slapp t.d. at heilsa uppá sín eingil. Her var nógvur kærleiki. Eg biðið altíð Guð um at vera við okkum, tá vit fara undir eina seansu. Einaferð í eini strongdari løtu gloymdi Súsanna gloymdi at biðja Guð vera við, áðrenn hon fór í transu, tá mundi tað gingið galið. Hon kom í samband við eina sera illa damu, hon var hatsk og als ikki kærleiksfull. Súsanna og klienturin fóru bæði upp at ristast og tað rungaði gjøgnum hana, at hon altíð skuldi biðja tað góða vera við sær.
Hjálpir spøkilsum víðari
Á heimasíðu síni bjóðar Súsanna hjálp við spøkilsum, tó er hetta ikki eitt orð, ið hon er so glað fyri at brúka. Hon sigur, at hon brúkar orðið, tí hetta kunnu fólk fyrihalda seg til. Men hon vil heldur tosað um ikki kropsligar andar. Tey fólkini, ið seta seg í samband við Súsonnu um hjálp við at reinsa spøkilsir, eru vanliga fólk, ið hava upplivað, at børnini eru órólig um náttina, at onkur hyggur at teimum, at el-lutir tendra og sløkna og at ting flyta seg. Hetta er sambært Súsonnu alt royndir hjá andunum at koma í samband við tey livandi, ið ikki hoyra andarnar tosa.
Hon sigur, at hetta við andum er grúiliga einfalt:
- Ikki øll, ið eru deyð, fara inn í ljósið. Tað kann vera, at tey ikki vita av, at tey eru deyð, ella tí okkurt liggur eftir, sum ikki er avgreitt ella sum tey angra. Vanliga eru andarnir áhugaðir í at samstarva. Eg seti meg so í samband við Jesuspápa og síðan við andan, og hjálpi teimum inn í ljósið. Eg havi sjáldan hitt andar, ið eru neiligir mótvegis hjálpini.
Tá andin er hjálptur víðari, reinsar Súsanna heimið og tey fólk, ið eru ávirkaði við guðdómiliga ljósinum, og síðan letur hon aftur til andaheimin. Hon sigur, at hon veit ikki, hvar andarnir fara, tá hon hevur hjálpt teimum víðari, tí hennara arbeiði endar har.
- Eg var til eina jarðarferð í Føroyum, tá spurdi eitt systkinabarn, ið er missionerur, um hví eg gjørdi hetta, um tað var eitt kall? Tá greiddi eg honum frá, at tað var eitt kall, tað eru fólk sum doyggja uttan at vita hvar tey skulu, og eg hjálpi teimum inn í ljósið.