Visti um Christian
Súsanna sá sum ung mest vanlukkur og deyða, men eisini gleðiligar hendingar hevur hon vita um, eitt nú hvør er upp á vegin og hvat kyn barnið var. Áðrenn krúnprinsaparið Mary og Fríðrikur fingu sonin Christian, visti Súsanna, at hetta fór at vera ein drongur. Hon visti somuleiðis, nær hann fór at verða borin í heim, bæði dagfesting og hvat klokkan tað fór at vera.
Visti úrslitini í EM 92
Í 1992 vann Danmark EM í fótbólti. Súsanna og táverandi maður hennara hugdu at dystunum. Hvørja ferð dómarin bríkslaði dystin í gongd, kom úrslitið til Súsonnu. Hon visti somuleiðis, hvør fór at skjóta hvørt málið. Eftir tríggjar dystir troyttaðist maðurin av hesum, og bað hana í staðin skriva forsøgnina á ein papírslepa.
Ræddist at flogfar datt á hana
Tá Súsanna var um 4 árs aldur, vildi hon ikki útum dyrnar í eina viku. Hon vildi somuleiðis, at allar dyr og vindeygu skuldu verða latin aftur, tí hon ræddist at eitt flogfar skuldi detta á hana. Ein dagin segði hon, at nú kundi hon fara út at spæla aftur, tí flogfarið var dottið niður. Sama dag, 26. september í 1970 datt eitt íslendskt ferðamannaflogfar niður í Mykinesi. Tað var á veg úr Bergen til Føroyar. 34 fólk vóru við flogfarinum 8 doyðu í vanlukkuni.
Sá tokvanlukku
Í 1988 var ein mostursonur hjá Súsonnu í Danmark, hann var á Møn og skuldi til Keypmannahavnar at vitja hana. Men Súsanna kendi á sær, at hann ikki skuldi koma við ætlaða tokinum, og ringdi og bað hann koma dagin fyri. Men hann segði, at hann skuldi við einum ávísum toki, og vildi ikki so væl skifta. Men Súsanna kendi fyri víst, at hann skuldi koma beinanvegin. Hann tordi ikki at gera annað enn tað, sum mosturin segði. Dagin eftir koyrdi ætlaða tokið av breytini í Sorø. 8 fólk lótu lív, ið eini av verstu vanlukkunum í nýggjari danskari jarnbreytarsøgu.
Sá bussar og blóð
Beint fyri jól í 1986, tá Súsanna vitjaði heima á klettunum, bíðaði hon í Kollafirði eftir systir síni og svágrinum, ið skuldu koma eftir henni. Meðan hon bíðaði, sá hon knappiliga myndina av tveimum bussum, ið vóru rendir saman og nógv blóð. Hon visti beinanvegin, at okkurt var áfatt. Tá systurin endiliga kom, var hon sera skelkað og greiddi frá, at tey vóru komin framvið eini vanlukku, har tveir bussar høvdu rent saman. Svágur Súsonnu var farin úr bilinum fyri at hjálpa teimum skaddu. Vanlukkan kravdi tvey mannalív.
Á heimasíðuni hjá Marin Súsonnu Vígdá ber til at lesa um hesar
hendingar, ið hon hevur sæð og um fleiri aðrar forsøgnir. Eisini greiðir
hon nærri frá um clairvoyansu, spøkilsishjálp, kanalisering, thakratekning og homeparties. Her ber eisini til at síggja myndlistina hjá henni, og enntá at keypa myndir hjá Súsonnu. Vitja heimasíðuna á www.123hjemmesider.dk/vigda