Nú eru kappingarnar í frælsum ítrótti á Oyggjaleikunum lidnar. Átta føroysk ítróttarfólk hava tikið lut í hesum kappingunum, og fleiri góð avrik vóru í rúgvuni.
Onkrar kappingar góvu eisini ábendingar um, at vit hava góðar ungar rennarar á veg. Rúni Seloy, Jóan Karl Joensen, Bjørk Herup Olsen og Rebekka Fuglø gjørdu vart við seg, og spennandi verður at fylgja teimum frameftir.
Frælsi ítrótturin vann eitt heiðursmerki, og tað var Súsanna Skylv Sørensen, sum vann tað. Hon vann silvur í rennikappingini á 10.000 metrum.
Hon hevði eisini ætlað sær heiðursmerki í hálvum maraton, men tað gekk ikki. Súsanna var ikki nøgd við sítt avrik í hálvum maraton, men kundi fegnast um heiðursmerkið í hinari rennikappingini.