Fyri umleið hálvum tíma síðan fekk Finnbogi Midjord, sýslumaður, boð um, at ein grind var funnin fimm fjórðingar sunnanfyri Mjóvanes í Eysturoynni.
- Grindin liggur fimm fjórðingar sunnanfyri Mjóvanes. Tey siga talan er um eina stóra grind, men at hon gongur í fleiri bólkum, sigur Finnbogi Midjord.
Tá grind verður funnin nærhendis Mjóvanesi plaga fleiri hvalvágir at kappast um at fáa hana, men sýslumaðurin sigur, at avgerð er tikin um at reka hana til Havnar.
- Eg eri bangin fyri, at tað verður klandur um hana, men ætlanin er at reka hana til Havnar. Í løtuni eru ikki nógvir bátar hjá grindini, men boðini eru farin út, so fleiri eru á veg.