Síðsta kvøldið í mars

FERÐIN. Í Norðurlandahúsinum í kvøld ber til at fylgja Sunnleifi Rasmussen og teimum mongu á leið, sum farin eru undir eina festliga norðhavsferð í orðum og tónum. Ferðaseðil loysa tey í dýrmæta brævasambandinum millum Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen

 

Orð og tónar

Birgir Kruse


- Okkurt kvøldið, so fer himmalin at standa lýsandi grønur. Tað er vársins unga, sterka ljós, sum verður føtt. Soleiðis sigur Jørgen-Frantz Jacobsen í einum bræv til systkinabarnið William Heinesen á nýggjárinum í 1921.


Brævið, ið er sett saman sum eitt leikandi tónleikastykki, ein nýggjársouvertura, endar í hesum parti, rondo allegro, við at brúka tíðarfestingina »okkurt kvøldið í mars«. Og nú er stundin her, nú er hin lagaliga stundin, nú er hitt síðsta kvøldið í mars.


Tískil eru allar treytir loknar fyri eini hepnari uppliving, nú »Ferðin« kann gerast á palli í Norðurlandahúsinum. Ein ferð, sum tekur støði í brøvum Jørgen-Frantzar. Lívsjáttandi brøv, beint sum boðini um ólekjandi sjúku eru borðin.


Hundrað ára hald Jørgen-Frantz Jacobsens var hin 29. november í fjør. Nógv varð gjørt burturúr, skjøl komu fyri dagin, bøkur komu út og miðlarnir skrivaðu. Og tað er einki løgi í tí. Tað stutta æviskeið, Jørgen-Franzti varð tillutað, megnaði hann sum fáur at opna ein heim, inneftir og úteftir. Ein sannur kosmopolittur. Við penninum sum amboði.


Í Útvarpinum hoyrdu vit um sama mundið Sverra Egholm sála, lesa úr dýrmæta og lívgandi brævaskiftinum, sum var millum systkinabørnini. Einar 1500 tætt skrivaðar kvartsíður, sigur William. Ella ein millión av orðum, skulu vit telja sandkorn á Guðs gólvi.


Upplesturin hjá Sverra og Jógvani Arge bygdi á útgávuna hjá Bókagarði frá 1976, sum Chr. Matras týddi. Eins og í donsku Gyldendal-útgávuni frá 1958, er tað William Heinesen, sum tekur saman um og staðfestir, at »í hesum brævasavni, sum røkkur um árini frá 1918 til deyða Jørgen-Frantzar í 1938, stendur hetta skeiðið av lívi hansara speglað so skilligt og sterkt, at neyvan man makin vera at finna í nakrari sjálvsævisøgu«.


Besti vinur Jørgen-Frantzar var pennurin og hin svárasti fíggindin sjúkan. Tuberklarnir.


Í hesum dysti millum lív og deyð, ljós og myrkur, heimligt og fremmant, er tað, at Jørgen-Frantz í 1923 skrivar, at »tað er ein narkosa hjá mær, ein dagliga afturvendandi frøi, at lata mín gróðurmikla fyllipenn fara rennandi eftir ørkunum«. Í hesum sama brævi heldur hann fram við at hálovað penninum, hesum svarta fína luti, sum »við sínum gullhøvdi altíð er so ríkiliga fljótandi, blekkgevandi. Ein ótornandi lind, ein ímynd av virkisfýsni og gróðursemi. Og so lagaligt hetta amboð er! Hann kennir skrift mína eins væl og hesturin mannin á baki sínum«.


Tað var bara í teim heilt ringastu løtum, tá pennurin ikki vildi stýrast á ferðini eftir breiðu ørkunum, at Jørgen-Frantz tók til fyrimannin, sum William Heinesen sigur í innganginum til júst tann partin í bókini, sum tónleikaverkið »Ferðin« í kvøld tekur støði í. Hesi veiku blýantsstrok kundu vit eisini síggja í handritinum til »Barbaru« í Norðurlandahúsinum hundrað ára dag skaldsins.


William Heinesen sigur um brøvini, at í mongum teirra »sveimar hugur hansara tokkabundin um Føroyar og føroyska náttúru, eitt yndi, sum varð kyknað sterkt uppaftur í honum av vitjan hansara heima. Tann háfloygdi tónin í hesum ungdómsbrøvunum fær mál í lovsongum sum hesum, ið her verður uppafturtikin« sigur William. Og so kemur hann. Teksturin, sum verður sendur í ringrás í kvøld, hetta síðsta kvøldið í mars.


- Vit ynskja góða ferð og gott vikuskifti!


MYND: (Stór, mitt fyri, bøkur á borði) Tónleikaverkið »Ferðin« tekur støði í dýrmæta og lívgandi brævasambandinum millum systkinabørnini Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen. Upprunaligu brøvini liggja á savni í Danmark, men kanska gera tey brátt eina festliga norðhavsferð (Mynd Jens K. Vang)


MYND: (3 smáar, niðast til høgru; settar saman sum vifta): Sunnleif Rasmussen hevur skapt tónleikin við støði í orðum Jørgen-Franzar, sum Urd Johannesen hevur sett ferð á