Manshondbóltur
Ikki fyrr enn einir tíggju minuttir vóru eftir, bleiv dysturin í Hoyvíkshøllini millum H71 og Neistan avgjørdur, og tað var Neistin, sum fór avstað við øllum.
Vápnið var einfalt, tí eitt korter fyri tíð valdi Neistin at mansverja størstu skothóttanina hjá H71, Halgir Dahl Olesen, og tað tók fullkomuliga broddin av spælinum hjá hoyvíkingum, ið ikki megnaðu at svara aftur.
Tað hevði annars verið javnt fram til hesa avgerandi løtuna. Eftir ein fyrra hálvleik, har hvørki liðið nakrantíð slapp frá hinum, stóð á jøvnum 14-14.
Onkra løtu í fyrra hálvleiki valdi Neistin at taka Halgir burturúr, tá hoyvíkingar vóru í minniluta á vøllinum, men uttan at tað tóktist ávirka spælið hjá H71 nóg nógv til, at Neistin endurtók hetta ? fyrr enn altso móti endanum.
Í seinna hálvleiki líktist tað fyrsta korterið spælinum, sum hevði verið fyrsta hálva tíman, og mong mundu helst væntað, at kanska tveir ella tríggir teir síðstu minuttirnir kundu gerast dramatiskt avgerandi fyri, hvør vann.
Vantandi hugflog
H71 var kanska heldur betur fyri og var ofta liðið, ið legði seg framum. Men tá støðan var 22-21 til hoyvíkingar, settu Neista-menn mansverjuna inn, og hon gav beinanvegin úrslit.
Frá at hava verið aftanfyri, kom Neistin í einum taki framum við tveimum málum, og seinni øktist munurin upp í fýra mál.
Hoyvíkingar megnaðu ikki tað sama, tá teir noyddust at spæla, uttan at fáa stórskjúttan uppí, og tí fekk Neistin frið og náðir at halda fast um leiðsluna og kundi tryggja sær sigurin hesa síðstu løtuna.
Tað vísti seg eisini móti endanum, at spælararnir hjá Neistanum orkaðu eitt sindur meira og gjørdu heldur ikki so nógvar feilir sum teir hjá H71, ið hesa ferð vóru nær við, men samstundis avdúkaðu, at teir mugu leita eftir hugflogi at brúka, næstu ferð mansverja pilkar spælið sundur.
Við sigrinum er Neistin nú á triðja plássi, við sama stigatali sum VÍF, men tó tvey stig aftan fyri StÍF.
Dysturin í tølum:
H71-Neistin 30-33 (14-14)
Málskjúttar:
H71: Jákup á Borg 10 (1), Halgir Dahl Olesen 6, Niels V. Niclasen 4, Esbern Patursson 3, Tróndur Vatnhamar 3 (3), Bárður Brimvík 2, Hans J. Jacobsen 2
Neistin: Áki Mørk 6, Morgan Knezevic 6 (3), Ragnar Stakksund 5, Helgi K. Justinussen 4, Birgir F. Kass 4, Kári Mortensen 3, Dann Thorleifsson 3, Rani Slættanes 2
Brotskøst: H71 5, Neistin 4
Útvísingar: H71 3, Neistin 2
Dómarar: Kári Hansen og Trygvi Mortensen