List
Litríki listamaðurin Eyvindur Mohr hevur fyri stuttum lagt síðstu hond á málning av Atla P. Dam, fyrrverandi løgmanni. Eyvindur hevur málað løgmenn áður, men illa darvaður av álvarsamari sjúkralegu, fór hann aftur til verka við andlitsmyndina av vinmaninum Atla, og málningurin hongur nú á løgmansskrivstovuni millum aðrar løgmansmyndir.
Klín á gólvið
Eyvindur er 78 ára gamal og er kendur sum litríkur persónur og góður listamaður, sum ikki leggur fingrarnar ímillum. Mangar eru viðmerkingar hansara til etablerað mentafólk og mentanarumhvørvið sum heild. Hóast merktur av sjúku, so er Eyvindur ikki heilt fánaður burtur sum viðmerkjari.
? Ein fær ikki liva fyri mentan, alt er mentan. Ummælarar vita hvat list er, og hvussu ein málningur skal málast. Tað veit listamaðurin ikki altíð, men hann veit kanska hvussu eitt ummæli skal skrivast, hugleiðir Eyvindur.
? Ongin kann forbjóða nøkrum at klína eina tubu á gólvið ella at stoyta eitt málingablikk, so eitt mynstur kemur fram. Er viðkomandi so smartur, so rættar hann okkurt smávegis, so alt ikki er tilfeldigheitir, - og sig so at hetta er list!, sigur Eyvindur við einum skeivum smíli, meðan hann minnist listamannin Moon, ið hevði eitt 10 metrar langt, hvít lørift, har bert ein gulur hálvmáni var niðast í einum horni, og hetta var list, tí ongin hevði gjørt tað áður!
Í respirator
Men fyri stuttum merktu myrk strok lívsmynd Eyvinds. Álvars-liga sjúkur lá hann í respiratori. Vónirnar vóru ikki stórar. Men, sum læknin tók til; temperamentið og viljin steðgaðu ikki á, og vóru við til at lekja.
Eyvindur kom seg aftur og situr nú meginpartin av tíðini í rullistóli. Sambært Eyvindi, so var tað eisini málningurin av fyrrverandi løgmanni sum bíðaði, og sum tessvegna helt lív í honum, tí nakað var at liva upp til og hetta fekk Eyvind at halda fram. Spakuliga byrjaði hann at venja, fyrst hendurnar, og so líðandi kom hann seg aftur, so hann aftur fór til verka.
Hamari, metil og lagnusymfoni
Eyvindur greiddi í grein í týsdagsblaðnum nærri frá nýggju løgmansmyndini. Men tað, sum veruliga setur gongd á, tá Eyvindur málar - kanska mest størri motiv - er tónleikur. Í málararúmi sínum í kjallaranum hevur hann fløguspælara, og oftast byrjar hann við Pavarotti.
? Beethoven og eg rigga eisini væl saman, sigur Eyvindur, og nevnir droymandi, at serliga ein satsur í c kann gera nakað serstakt.
? Er talan um brim t.d, so er best, um síðsta slag ljóðar, tá síðsta strok verður málað. Síðsta strok í c moll!, staðfestir Eyvindur, og við keipum vísir hann eitt slag, eitt strok, ið óivað hevði verið eitt brimbot av teimum størru á løriftinum.
At Eyvindur ikki er ein og hvør, men ein tónleikaelskari og ein litríkur persónur, prógvar hendan søgan:
? Tá eg kom heim, hevði eg eitt gongustativ. Eg gjørdist argur av hesum og blakaði tað frá mær og datt síðani og breyt beinið, lærið, greiðir Eyvindur frá.
? Eg vildi ikki viðgerast undir narkosu, men kanska lokalbedøvast. Tveir læknar vóru inni, og hin eini spyr tá, um eg ikki eri Beethoven elskari? Eg sigi, at tað eri eg og so segði hann, at so var bert at koyra Beethoven frá. Eg visti ikki reiðiliga, men avgjørdi, at so skuldi tað vera Lagnusymfoniin, tí har er buldur og brak og lívsvilji, greiðir Eyvindur livandi frá.
? Og í takt við kendu lagnutónarnar, ið líkasum buka, hoyrdust hamari og meitil og teir settu seymir í. Eg stjórnaði, teir viðgjørdu, og so var liðugt, so har hjálpti Beethoven mær væl, sigur Eyvindur læandi, meðan hann við ørmunum ger somu keipur, sum ein dirigentur.
Eftir málandi frágreiðingina smílist Eyvindur og aftur er viðmerkjarin klárur, tá spurt verður um kynstrið at mála andlitsmyndir, men álvarin lúrir tó undir.
? Øll eru ymisk. Eitt andlit er ein labyrint, har eygu og skuggar hava nógv at siga. Næsaskuggin er avgerandi. Tað er næstan so, at ljótari eitt andlit er, tess áhugaverdari er tað, sigur Eyvindur Mohr.