SÍ í steypafinaluna

Í mjølnirkappingini, bólki A tóku SÍ kvinnurnar oddasessin við at vinna á TB og Mjølnir. Nummar tvey gjørdust Mjølnir, tá tær vunnu á TB.

 

Í bólki B vunnu Dráttur á KÍF og Fleyr, har KÍF gjørdist nummar tvey.

Í semifinaludystinum móti KÍF vóru sørvágskvinnur sannførandi omaná. Og vunnu 2-0.

 

Dysturin millum Drátt og Mjølnir varð nógv meiri spennandi og kundi farið báðar vegir. Dráttur vann tó endaliga 2-0, bæði settini við minst møguligum muni.

 

Dráttur, aftur nú

Aftur ein dystur móti Dráttur, fyri fjóru ferð hettar kappingarárið. Heima- og útidystirnar vunnu SÍ báðar, og í Fleyrkappingini stóð slagið eisini millum bæði vágaliðini. Tá var heldur ongin slingur í valsinum.

 

Finalan í Klaksvík varð ikki so sannførandi leikt, men bæði tey fyrstu settini vístu, at SÍ hevur tað betra liðið. SÍ løgdu væl fyri og komu á odda 2-0 í settum. Men leikt varð best av fimm so enn eitt sett skuldi vinnast. Dráttur tóku seg um reiggj, vunnu seg væl framum og smátt um smátt kom órógv í rekkjurnar hjá sørvingum. Lættkenda spælið varð lagt á hyllina og stríðst var mannliga um hvønn einstakan bólt. SÍ nærkast Drátti tá settið leið heilt væl, men so dragnaði aftur og Dráttur vann triðja settið.

 

Fjórða settið líktist tí triðja, við Drátti omaná, men við SÍ beint í hølunum. Hóast spælið var krampakent , vunnu SÍ fjórða sett og dystin 3-1. Fleyrkappingin varð eisini vunnin av hesum ungu og evnaríku SÍ-kvinnunum, og harvið eisini finalupláss í steypafinaluni, ið verður spæld 16. februar.