Síðsti partur av verkstaðnum verður nú skrivstovur

Í hesum døgum er tey á Smyril Line í ferð við at umbyggja seinasta partin av verkstaðnum hjá P/F Vilhelm Nielsen & Søn til skrivstovu. Talan er um verkstaðshølini í norðra parti av bygninginum, sum er tann upprunaliga bygningurin hjá Vilhelm Nielsen frá 1935.

 

Tað er Smyril Line, sum eigur bygningin, og sum eisini húsast í hesum bygninginum og í stóra bygninginum, sum reiðaríið bygdi fyri 30 árum síðani – partvíst har størra verkstaðið hjá P/F Vilhelm Nielsen var og partvís á grannaognini hjá Julius í Syðradali.

– Vit innrætta nú hendan partin til skrivstovur, sum skulu hýsa kt-deldini hjá okkum, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.

Gamli parturin av bilverkstaðnum hevur seinnu árini verið nýttur til goymslu, og eisini leigaði grannin, Birgir Krossteig, múrari, hølini eina tíð til goymslu,

Men nú skulu hølini nýtast til skrivstovuhøli.

Tað stavast í dag eini 40 fólk í umsitingarbygninginum hjá Smyril Line.

Vilhelm Nielsen, sum var dani, kom til Føroya tíðliga í síðstu øld. Hann og Wenzel Petersen, sum vóru giftir hvør síni systur, fluttu fyrsta bilin til Føroya, ein Ford TT lastvogn, sum kom til landið 6. mai í 1922.

##med2##

Teir høvdu umboð fyri Ford í Føroyum og høvdu verkstað í Quillingsgarði í Havn.

Seinni fingu teir eisini umboð fyri Chevrolet, og tá máttu vegir teirra skiljast bilasølumenn. Tað endaði við, at Wenzel Petersen fekk Ford umboðið og Vilhelm Nielsen vekk Chevrolet umboðið.

##med3##

Og soleiðis høvdu teir hvør sítt virki – og kappaðust hvør við annan, hóast teir vóru giftir við hvør síni systir.

Vilhelm Nielsen fór seinni at selja Bedord, Vauxhall og Opel bilar. Hann doyði fyri hálvari øld síðani. Versonur hansra, Thorolf Bjørklund stjórnaði fyritøkuni sjeyti- og áttatiárini, til familjan seldi virki til P/F Óla Arge síðst í áttatiárunum.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##