Síðstu jólagestirnir eru lendir

Síðstu jólagestirnir lendu í Vágum við RC 455 úr Keypmannahavn kl 20.35.

Einir 800 jólagestir komu heim í dag, og eini 250 fólk fóru av landinum a

halda jól.

Tey fýra flogførini hjá Atlantic Airways máttu venda aftur fyri veður, og

stóðu tvey teirra í Noregi - eitt í Bergen og eitt í Stavanger. Hini bæði

fóru til Wick í Skotlandi og Egilstaðir í Íslandi at bíða eftir líkindum.

Umframt ferðafólkini, sum vóru við hesum flogførunum, lógu ferðafólk eisini

veðurføst í Keypmannahavn og Billund.

Í morgun batnaði veðrið, og tá hol kom á gekk skjótt at fáa jólagestirnar

heim. Øll fýra flogførini komu í Vágar í morgun og fóru skjótt avstað aftur

og komu heimaftur seinnapartin. Tað eina flogfarið fór aftur til

Keypmannahavnar eftir síðstu gestunum og lendi í Vágum klokkum 20.30.

Manningar og starvsfólk hjá Atlantic Airways fara nú í jólafrí, tí ongin

flúgving er jólaaftan og jóladag - tó er tyrlutænastan tilbúgvin eins og

flogfar eisini kann setast inn, um tørvur verður á bráðfeingis

sjúkraflutningi. Annan jóladag verður regluliga flúgvingin tikin upp aftur.