Frákoyrdi katalonski leiðarin Carles Puigdemont hevur ongar ætlanir um at venda aftur til Spania fyri at møta í Hægsta rætti í samband við, at stjórnin hevur skuldsett hann fyri hendingar í samband við politisku støðuna í Katalonia. Sambært advokatinum hjá Carles Puigdemont, so er hann tó sinnaður at vitna, men treytin er, at hann verður verandi í Belgia. Tað skrivar Reuters tíðindastovan í dag.
Um fyrrverandi leiðarin ikki møtir í rættinum, so kann tað fáa avleiðingar fyri katalonska parlamentsvalið 21. desember. Rætturin kann nevniliga lýsa handtøkuboð móti Carles Puigdemont, og um tað hendir, so missur hann rættin at bjóða seg fram sum valevni.
Spanski høvuðsákærin skuldsetti mánadagin Carles Puigdemont fyri uppreistur, eggjan til ófrið og misnýtslu av almennum peningi í samband við hansara leiklut í fólkaatkvøðuni í 1. oktober og avgerðini hjá katalonska parlamentinum at loysa frá Spania í síðstu viku.
Í kjalarvørrinum av avgerðini hjá katalonska parlamentinum, og eftirfylgjandi avgerðini hjá spanska tjóðartinginum at koyra katalonska parlamentið og stjórnina til hús og útskriva nýval, flýddi Carles Puigdemont og nøkur av hansara starvsfólkum um vikuskiftið til Belgia.