Søguliga tíðarritið hjá Sands Bygdarsavni, Kvørnin, er aftur komið út. Fastur táttur hevur verið, at tíðarritið kemur út einaferð um árið, og soleiðis er aftur í ár.
Í hesi útgávuni er frásøgn frá Føroyjafelag, sum varð stovnað heima á Sandi í 1871. Rannveig Winther hevur leitað mangt forvitnisligt fram um hetta felag.
Eitt annað felag, sum hevði til endamáls at styrkja um mentan og at læra fólk at vera saman í samkomu, var Ungmannafelagið Virkið heima á Sandi. Hetta felagið fyllir annars 80 ár í ár. Julianna Joensen hevur skrivað grein, sum fevnir um alla søgu felagsins.
Palli Dalsgaard hevur eisini skrivað ein grein í ritinum. Hendan er um tarabýtið í Skálavík. Tarabýtið er nú farið í søguna, men fyri mong man tað tó vera áhugavert at fáa innlit í ein part av gomlum føroyskum jarðarbrúki.
At enda hevur Ólavur Clementsen drúgva viðgerð av býlingunum í Horni, í Vørðutoft og í Skorti. Tey, ið vara av ella hava áhuga í ættarsøgu, kunnu her gleða seg um eina góða frásøgn við nógvum upplýsingum, eins og nógvar myndir eisini eru í hesum sambandi.
Kvørnin er 68 blaðsíður til støddar og kostar 70 krónur.