Rógvi Nybo
Býr tú antin í Suðuroy ella á Sandoynni er tú í størst vanda fyri at liva í fátækraváða. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya yvir hvussu javnt var býtt í Føroyum í 2010. Í hesum báðum sýslunum vóru tað ávikavist 13 og 15 prosent av borgarunum, sum høvdu so lága inntøku, at tey eru í vanda fyri at liva í fátækt. Samanborið við hinar sýslurnar er hetta næstan tvílfalt so nógv. Í hinum sýslunum liggur talið millum 7 og 9 prosent.
Uppgerðin vísur, at yvirhøvur vóru 8,5 prosent, svarandi til beint omanfyri 4000 føroyingar, í fátækraváða.
Yvirhøvur minkaði fátækraváðin frá 2009 til 2010. Størsta minkingin var í Suðuroyar, Vága og Norðoya sýslum, sum talvan eisini vísur.
Sunnari partur minst inntøku
Tað er eisini í Suðuroynni og í Sandoynni at miðintøkan er minst. Í hesum báðum sýslunum liggur miðinntøkan góðar 30.000 krónur niðanfyri miðinntøkuna í Suðurstreymoy, har hon er hægst. Í Suðurstreymoy var miðinntøkan 204.000 krónur í 2010. Í Sandoynni, har miðinntøkan var lægst, var hon 172.000 krónur, ella góð 16 prosent minni. Í Suðuroy var hon 176.000 krónur, ella góð 14 prosent minni enn í Suðurstreymoy, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni.
Ræðandi tøl fyri stakar uppihaldarar
Tá hugt verður eftir hvørji fólk, tað eru, sum eru í fátækraváða, eru tað serliga stakir uppihaldarar, sum er stóri vandabólkurin. Ræðandi tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at meiri enn annarhvør stakur uppihaldari við børnum millum 0 og 5 ár, góð 53,6 prosent, er í fátækraváða. Millum stakar uppihaldarar við børnum millum 6 og 17 ár er talið 30,6 prosent, samanborið við 8,5 prosent fyri øll húski í Føroyum.
Pensjónistar eisini í fátækraváða
Tá hugt verður eftir borgarunum eftir aldri, er tað pensjónistarnir, aldursbólkurin 67 ár og eldri, sum eru mest í fátækraváða. Góð 17 prosent av teimum hava eina javnvirðisinntøku, sum er niðan fyri fátækraváðamarkið, og tað er munandi fleiri enn fyri hinar aldursbólkarnar. Hinvegin er tað aldursbólkurin millum 55 ár og 67 ár, sum er minst í fátækraváða. Hetta hongur helst saman við, at inntøkan hjá hesum fólkunum er nakað hægri enn hjá hinum bólkunum, tá hesi hava verið longst tíð á arbeiðsmarknaðinum.
Fyri tann elsta aldursbólkin er tó at siga, at gloppið til fátækraváðamarkið er minst hjá tí bólkinum. Har er gloppið upp til fátækraváðamarkið 5,7 prosent, meðan tað hjá øllum hinum aldursbólkunum liggur omanfyri 15 prosent. Hetta merkir at miðinntøkan hjá hinum bólkunum liggur meiri enn 15 prosent undir fátækraváðamarkinum.
Føroyar javnari enn grannalondini
Hagtølini hjá Hagstovuni verða gjørd eftir altjóða leisti. Tískil ber til at samanbera okkara hagtøl við tøl úr grannalondunum. Til hetta verður sokallaða Gini-vísitalið, sum er eitt mát fyri ójavna í vælferðini, og sum gongur millum 0 og 100, har 0 merkir at tað inntøkurnar eru fullkomiliga javnt býttar í samfelagnum.
Tá vit samanbera Føroyar við eitt nú Danmark, eru inntøkurnar her eitt vet javnari. Gini-vísitalið fyri Føroyar er 20,2, meðan tað fyri Danmark er 27. Í Íslandi er talið 25,7, í Noregi er tað 23,6 og fyri Bretland er talið 33.
Orðafrágreiðing:
Fátækraváði (Risk of poverty)
Markið fyri, nær tú livir í fátækraváða, er tá tú hevur eina inntøku, sum er minni enn 60 prosent av miðintøkuni.
Miðinntøka
Miðinntæka er tann mittasta inntøkan, har helvtin av borgarunum vinna meira og helvtin av borgarunum vinnur minni.
Henda er ikki tað sama sum miðalinntøkan, sum kann ávirkast nógv av fáum persónum við sera stórari inntøku.
Talva 1
Fátækraváði í Føroyum
2010 2009
Sýsla - Tal av borgarum í fátækraváða - Borgarar tilsamans - % í fátækraváða - % í fátækraváða
Norðoya: 528 5699 9,3 10,1
Eysturoyar: 823 10548 7,8 7,6
Norðstreymoyar: 314 3749 8,4 8,9
Vága: 278 3000 9,3 10,5
Sandoyar: 201 1322 15,2 15,4
Suðuroyar: 593 4603 12,9 14,6
Suðurstreymoyar: 1267 18381 6,9 6,9
Føroyar: 4004 47302 8,5 8,8