Fleiri av lyklaspælarunum hjá EB/Streymi frá farna kappingarári, hava ikki longt sáttmálan. Spælarar sum Leif Niclasen, Árni G. Olsen, Jóhannus Hansen, Brian Olsen, Arnar Dam og navnfarmi Arnbjørn T. Hansen eru millum teirra, ið ikki hava longt.
Tó skal sigast, at Andras Olsen og Rógvi E. Nielsen hava longt sáttmálan, meðan spælarar sum Gestur B. Dam, Ari Ó. Ellingsgaard og Pætur Petersen, sum var útleigaður frá B36 í seinnu hálvu í ár, eru komnir til felagið. Hartil ljóðar, at Hans Pauli Samuelsen er á veg aftur í barndómsfelagið.
Afturat tí, so er felagið eftir ársins spælara hjá HB, Sebastia Pingel, meðan EB/Streymur saman við AB, eru millum feløgini, ið vilja hava Robert Heðin Brockie, sum enn hevur sítt spæliloyvi í B36.
Tað er greitt, at Heðin Askham aftur verður venjari, meðan 41 ára gamli Sjúrður Jacobsen, sum spældi sín seinasta dyst í ár, verður hjálparvenjari. Hóast tann parturin er upp á pláss, so eru fleiri spælarar, ið ikki hava longt sáttmálan fyri komandi ár.