UNDAN samráðingunum er okkurt komin fram um krøvini, sum partarnir hava til hvør annan. Starvsmannafelagið krevur 60% í lønarvøkstri, meðan landsstýrið bert er sinnað til at lata onkrar batar í galdandi sáttmála. Tað kemur ikki uppá tal at leggja nógv oman á verandi løn hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðað frá.
STARVSMANNAFELAGIÐ hinumegin hevur boðað frá, at tey 60% í lønarhækking eru í veruleikanum tað, sum limirnir hava mist seinastu árini.
EFTIR hvat skilst á útvarpinum sótu umboð fyri feløgini á fundi allan leygardagin og sunnudagin uttan at nakað ítøkiligt spurdist burtur úr.
SÁTTMÁLIN millum Starvsmannafelagið og landsstýrið gongur út 1. mars. Koma partarnir ikki ásamt um nýggjan sáttmála kunnu vit rokna við verkfalli.
HÓAST avgerðin hjá einum meiriluta í løgtinginum at hækka lønina hjá tingmonnum ikki hevur nakað beinleiðis við lønarsamráðingarnar millum landsstýrið og Starvsmannafelagið at gera, so hava umboð fyri ikki bara hetta felagið men fyri arbeiðsmarknaðin sum heild sagt frá, at hækkingin av tingmannalønunum hevur lagt støðið undir sáttmálasamráðingunum. Tá tingmenn skulu hava meira í løn, so skulu onnur alment lønt eisini hava tað.
VIT halda tað vera rætt at hækka tingmannalønirnar.Men spurningurin er bara, um hetta var rætta høvið til at gera tað. Vit loyva okkum at ivast, tí við hesi avgerð so tætt uppundir lønarsamráðingarnar hava tingmenn givið eitt signal, sum fakfeløgini sjálvandi vilja brúka. Tá tingmenn kunnu játta sær ein rættiliga høgan lønarvøkstur, so kunnu tey tað væl eisini.
TAÐ stendur í botni í samráðingunum sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum eftir fundirnar í vikuskiftinum. Nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer fram. Fundur er avtalaður hósdagin. Ein kann siga um júst hesar samráðingarnar, at tær hava fingið eina nýggja dimensjón í og við, at landsstýrið við teimum ynskir helst at leggja støðið undir komandi fullveldinum.