Sáttmáli er undirskrivaður um betongarbeiðið av nýggja barnagarðinum í Miðvági. Miðvágs Kommuna og Sp/f Dalsbø v/ Hans Magnussen í Sandavág skrivaðu í farnu viku undir sáttmálan um betongarbeiðið av nýggja barnagarðinum í Miðvági, betongarbeiðið varð boðið út um hálvan mai í ár.
Tilboðið hjá Sp/f Dalsbø lá um góðar 6 mill. kr., tað hægsta boðið lá um 8,2 mill. kr.
Sum skilst, verður betongarbeiði gjørt á ein nýggjan hátt, har bjálvingin verður brúkt til formar, sum verður samanbundin við jarni og fylt við betong.
Ætlandi verður alt stoypiarbeiðið liðugt um hálvan februar 2009.
Mett verður at barnagarðurin í Miðvági fer at kosta 26 mill. kr., hann verður 1800 fermetrar til støddar.