Sáttmálin haldast

Okkara sjómenn eru avgjørt tann fakbólkur, ið er mest loyalur móti sínum arbeiðsgevara. Hetta hevur fleiri orsøkir. Skipið er teirra heim ofta í mong á. Teir eru ærukærir menn, sum altíð gera sína skyldu og meira aftrat.

Skiparans leiklutur hevur stóran týdning. Hann er bæði kammerátur og myndugleiki, og so liggur hann sum eitt fríholt millum reiðara og manning.

Henda sama loyalitet kann mann tíverri ikki siga um reiðaran. Tað mann vera ein leivd frá gamlari tíð, tá reiðarin átti sítt fólk við húð og hár.

Tað eru reiðarar – tó ikki allir – sum konsekvent bróta sáttmálan. Og sum teir einastu arbeiðsgevarar í landinum sleppa teir at gera tað. Hetta er eitt faktum, sum allir sjómenn kenna.

Eg fari í seinni greinum at fortelja, hvussu teir gera hetta.

Her krevst avgjørt ein hugburðsbroyting, og hana ætli eg sum formaður í F. F. at læra teir.
Teir skulu læra at fara annstendiga við sínum fólki.

Teir skulu lærast fólkaskikk.