Sáttmálin undirskrivaður fyri Bussleiðina

Sáttmálin um koyring av Bussleiðini í Tórshavnar kommunu er nú endaliga komin upp á pláss

Bussleiðin
Eftir drúgt stríð er nú komið á mál í søguni um Bussleiðina í Tórshavnar kommunu. Býráðið í Havn gjørdi av at bjóða Bussleiðin út í almennari útbjóðing. Bjóðast kundu um einkultar leiðir ella allar leiðirnar. Tá avtornaði átti Mourtitsens Bussar lægstu tilboðið saman við Gundurs Bussum.
Hetta hóvaði kortini ikki øllum, og bussførarnir í Havn møttu mansterkir í býráðsfundi fyri at mótmæla ætlanunum hjá býráðnu. Eisini andstøðuni í Tórshavnar býráð, t.e. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin, dámdi uppskotið ógvuliga lítið.
Hóast mótmæli, so gjørdi meirlutin av at taka av tilboðnum frá Mourtitsens Bussum, og farið varð undir samráðingar.
Samráðingarnar eru nú komnir so langt, at Mourtits Mouritsen frá Mouritsens Bussum nú hevur skrivað undir sáttmálin, og áðrenn leingi hevur Jan Christiansen eisini skrivað undir sáttmálan.
Hetta upplýsir Bogi Haraldsen á teknisku deild hjá býráðnum fyri Sosialinum.
Mouritsens Bussar og Gundurs Bussar taka yvir Bussleiðina í Tórshavnar kommunu frá 1. februar 2003 at rokna. Sáttmálin er galdandi til 31. januar 2010.
Mourtitsens bussar og Gundurs bussar hava boðið at røkja Bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri í alt 10.710.843 kr. Talan er um leiðirnar 1,2 og 3 í Havn og 4/4x í Kollafirði og Kaldbak. Hetta verður eisini teir pengarnir, ið hesir báðir veitararnir fáa árliga fyri at røkja Bussleiðina. Allar ferðaseðlainntøkur fella til Tórshavnar kommunu.Bogi Haraldsen sigur, at nú skulu samráðingar vera um keyp av teimum verandi bussunum, og aðrir broytingar, m.a. ein nýgg ferðaseðlaskipan og møguligir hægri ferðaseðlaprísir, liggja fyri framman, men ógreitt er nú, nær hetta verður.