Síðani tað kom fram, at Føroyar fóru at fáa 7000 tons meira av makreli í sín part, nú TAC`ið varð hækka, hevur landsstýrismaðurin verið í fjølmiðlunum dag og dagliga við hesi fráboðan og nærmast goldið áðrenn vit fingu nakað afturfyri. Sera ótaktisk framferð. Eingin grund at órógva fólk við at fara til Archangelsk til samráðingar. Alt kundi verið gjørt sum eitt SMS.
Og eg eri væl nøgdur, sigur landsstýrismaðurin. Hvør leggur í hvat íð hann er nøgdur? Var tað ikki betur um øll vinnan ella allar Føroyar vóru nøgd? Hansara motivir til at vera nøgdur kunnu vera so mong.
Vit hava fingið 1600 t av toski og 200 t av hýsu afturat í Barentshavinum. Vit hava goldið við minus 20.000 t av svartkjafti + 4100 t av makreli. Tað er lítið at rósa sær av.
Vit høvdu frammanundan ein sáttmála sum í ólukkumát var til russiskan fyrimun og sama okursprís hava vit nú aftur goldið fyri at fáa hesi tonsini afturat. Og tað til ein flota, sum ikki hevur brúk fyri teimum. Ella kanska er tað ikki teir, sum skulu hava vøksturin í kvotuni?
Áðrenn farið var til Ruslands til samráðingar, varð sum vanligt kallað til forfund í Fiskimálaráðnum fyri at vinnan kundi siga landsstýrismanninum sína hugsan. Tíðindi frá hesum fundi vilja vera við, at landsstýrismaðurin lítið legði í at lurta eftir teimum vinnuumboðunum, sum royndu at siga nakað. Alt tyktist at liggja fast longu tá. Fregnast varð frá umsitingini eftir nøkrum hagtølum fyri virðisøking ella virði á kvotum. Hetta hevur Fiskimálaráðið havt 10 – 15 ár til at finna fram. Bæði Havsbrún og Felagið Nótaskip hava gjøgnum árini framleitt nógv tilfar um hetta og sent landsstýrinum. Eisini Fiskirannsóknarstovan gjørdi í síni tíð eitt yvirlit yvir kvotavirðir. Alt er gjørt. Tað er bara at fara eftir tí.
Smb. lógina um vinnuligan fiskiskap, so eri eg medeigari av hesum virðum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum so fyrilitarleyst jonglerar við og eg ivist í um hann klárar at møta lógini um ábyrgd landsstýrismanna í hesum málinum. Eingin náttúrulóg sigur, at fyri tí at toskakvotan fer upp í Barentshavinum, so skulu vit tøma bókina fyri at keypa meira av hesum. Ella er landsstýrismaðurin kanska við hesum í ferð við at leggja upp til at lata 1 ella 2 loyvir afturat í Barentshavinum? Tað hevði verið at ført politikk.
Kanska átti Løgtingið aftur at kravt sáttmálarnar til góðkenningar í Tinginum. Har er í minsta lagi ein nevnd íð eigur at hava eftirlit vit landsstýrismonnunum, men sáttmálar um fiskirættindir er helst ikki tann mest spennandi lesnaðurin.