Sóttreinsað vatn til 40 svínoyingar

- Um ársskiftið varð seinasta hond løgd á sóttreinsaða vatnveiting til svínoyingar, og nú rennur sóttreinsað vatn úr vatnkránunum í Svínoy, upplýsir Jóhan við Neyst, leiðari á Vatndeildini hjá Klaksvíkar kommunu.

Eitt av grundleggjandi krøvunum til kommunurnar á tekniska økinum er veitingin av reinum vatni til borgararnar í kommununi. Klaksvíkar Býráð sett tí fyri nøkrum árum síðan stórar milliónaupphæddir til útbyggingar av vatnveitingini.

Klaksvíkar kommuna gjørdist sostatt ein tann fyrsta kommunan, sum veitti sóttreinsað drekkivatn til allar sínar borgarar. So hvørt sum nýggjar oyggjar og bygdir eru blivnar partur av kommununi, hevur verið arbeitt miðvíst fyri somu vatngóðsku til allar borgarar, nú seinast til øll húski í Svínoy.

Fyri trimum árum síðani løgdu Svínoyar kommuna og Klaksvíkar kommuna saman, og í fíggjarætlanini fyri 2011 setti býráðið pening av til tær íløgur, sum krevjast fyri at veita svínoyingum sóttreinsað drekkivatn.

Jóhan við Neyst upplýsir, at avtala varð gjørd við fyritøkuna Nomatek, sum í samstarvi við fyritøkuna El-Pro í Klaksvík hevur sett upp eitt fullfíggjað vatnverk eysturi í Hvilt, við tveimum sandfiltrum og einum UV filtri. Vatnverkið veitir 15000 litrar av drekkivatni um tíman oman í vatngoymsluna, sum tekur um 60.000 litrar.

Fólkatalið í Svínoy er tilsamans um 40, men tað vitja nógv fólk út hagar um summarið og á ymiskum hátíðum.