Søgan um amerikonsku hjúnini Thomas og Tamithu Garner er næstan ótrúlig. Í bítandi kulda sótu tey innikavað í bilinum á einum vegi í statinum Utah í samfull 10 samdøgur og bíðaðu eftir, at onkur skuldi koma fram á tey. Tann 10. dagin gjørdu tey av at fara at leita eftir hjálp, og tann 12. dagin kom ein maður fram á tey. Tá høvdu Thomas og Tamitha Garner mist alla vón um bjarging, og tey høvdu eisini skrivað testamentið.