Býarkoyringin í súkkling var hesa ferð flutt til fyrsta kappingardagin. Talan er annars um kapping, sum plagar at liggja allar seinast á oyggjaleikunum, men hjá súkklarunum var tó lítið annað at gera, enn at fara ígongd. Eisini hóast koyringin í evstu løtu varð flutt úr miðbýnum niðan á gamla Acropolis.
Og tað gekk nú eisini heilt hampuliga væl. Hóast talan ikki gjørdist um heiðursmerki, so vóru føroysku súkklararnir allir við í høvuðsfeltinum. Fram í oddin sluppu teir tó ikki. Fýra súkklarar høvdu lagt seg fremst, og so vardu liðfelagar teirra fyri, at nakar úr høvuðsfeltinum fekk fatur á teimum.
Tí gjørdist talan at enda um spurt, har súkklari av Guernsey gjørdist fremstur. Nummar tvey varð Bermuda, og á triðja plássi kom ein Man-búgvi.
Fremsti føroyingurin var Bogi Kristiansen, ið kom á mál sum nummar 14. Hetta var í stóra høvuðsfeltinum, har Gunnar Dahl-Olsen, Eli Christiansen, Sigmund Olsson og Torkil Veyhe allir sótu.
Soleiðis var avrikið meira enn góðkent. Býarkoyringin kann ofta vera beinleiðis vandamikil, um ov nógv verður satsað, og serliga á fyrsta degnum fer hetta illa at loysa seg. Heldur ráddi um at fáa nakrar kappingarkilometrar í beinini, og tann parturin eydnaðist til fulnar. Ikki minst, tí súkklararnir eisini kendu seg heilt væl, hóast hitastigini á kvøldi liggja um tey 30.